Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trølla Pætur fingið heimasíðu

Oliver Joensen

Leygardagin vitjaðu Trølla Pætur og Omma hansara BR, har tey kunnaðu børnini um teir nýggju heimasíðu www.tp.fo

Nógv fólk vóru komin saman í BR leygardagin, tá Trølla Pætur og Trølla Omman vóru á vitjan. Umframt at skriva autografar á mateskjur, so løgdu trøllini fram teirra nýggju heimasíðu. Trølla Pætur greiddi frá, hvat man kundi síggja á heimasíðuni og hvussu hon virkaði, meðan Trølla Omman alla tíðina hevði stuttligar viðmerkingar. Heimasíðan er løtt at brúka og har er nógv spennandi á. Umframt spøl, so eru eisini filmsbrot og sangir hjá trøllunum. Eisini eru uppskriftir, tekningar, myndir o.a. stuttligt.
Fólkini aftanfyri Trølla Pætur ætla at brúka orku at uppdatera hesa heimasíðu, og meiningin er at alt sum hevur nakað við trøllini at gera, kann síggjast á har inni. Síðan eitur www.tp.fo