Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trølla Pætur í føðingardag hjá Sigurd Barret

Oliver Joensen

Spennandi verður hjá garvillu Ommuni og Trøllapæturi at upptraðka fyri mongum áhugaverdum fólkum í føðingardegnum hjá Sigurdi.

Tað verður skemt og sangur við Trølla Pæturi og garvillu Trølla Ommuni, tá danski sjónvarpsverturin, Sigurd Barret, heldur 40 ára føðingardag í næstum.

Umframt at undirhalda í stórari føðingardagsveitslu leygarkvøldið 20. januar, so skulu føroysku trøllini eisini á pallin í Danmark Radio dagin fyri, har samkoma og fagnaður verður fyri Sigurd Barret.

Ein av persóninum aftanfyri Trølla Pætur-konseptið, Jógvan Eliassen sigur, at hetta er ein gyltur møguleiki fyri at sýna føroyskt barnaundirhald í Danmark. Sigurd Barret er ikki hvør sum helst. Hann er størsti núlivandi danski barna-undirhaldari, og kann hann verða við til at lata upp hurðar í Danmark. Til eina skipaða móttøku í Danmark Radio og til ein rundan føðingardag hjá einum so kendum manni, koma nógv fólk sum eru týðandi partur av undirhaldsvinnuni. Og hetta er tískil ein sera góður møguleiki hjá Trølla Pætur og Ommuni at koma í samband við røttu fólkini.

Sigurd Barret var í Føroyum fyri einum góðum mánað síðani, har hann undirhelt kring landið. Millum annað var hann í Klaksvík, har hann fyri fyrstu ferð sá Trølla Pætur og ommuna framføra á palli. Jógvan sigur, at Sigurd bleiv sera hugtikin av tí sum hann hoyrdi, sá og upplivdi, og hann skilti ikki, hví vit sum føroyingar ikki gera meira fyri at røkka útlendska marknaðin.

Vinarbond vórðu knýtt í Klaksvík, og áðrenn vit skiltust helt Sigurd Barret, at tey nógvu góðu orðini skuldu gerast veruleiki. Og beint undan jólum kom besta jólagávan til Trølla Pætur og Ommuna. Tey vórðu boðin í ein sera áhugaverdan føðingardag, har tey skuldu upptraðka fyri nógvum spennandi fólkum, sigur Jógvan at enda-