Skíriskvøld, 9. apríl, fara Trølla Pætur og Trølla Omman við Norrönu við Danmarkar.
Trøllapætur og Trøllaomman koma at undirhalda fleiri ferð um dagin, og koma m.a. at fortelja søgur og skipa fyri kappingum. Hetta merkir, at øll tey sum fara við vælumtóktu páskatúrunum hjá Smyril Linea nú fáa høvi at sigla saman við Trølla Pætur og ommuni.
Eisini ber til at fara eina familjucruise, har tey ferðandi verða saman við Trølla Pætur og ommuni aftur og fram. Norröna liggur 6 tímar við bryggju í Esbjerg, har ferðandi fáa høvi at vitja hendan hugnaliga havnabýin. Kokkurin umborð á Norröna lovar at borðreiða við góðum páskamati á túrinum. Um kvøldarnar verður skipa fyri einari hugnaløtu, har Niclas Heri Jákupsson og Steintór Rasmussen koma at syngja nakrar slagarar.
Trølla Pætur ætlar sær at taka sína ommu við, og sigur at onnur børn eisini eru vælkomin at taka teirra ommur við – so kunna tey hátíðarhalda páskirnar saman umborð á Norröna.




