Fríggjadagin var stórt barnatiltak í stóra tjaldinum og børnini livdu við
Tað var heldur trongligt í stóra tjaldinum og hevði veðrið ikki verið so ivasamt hesa løtuna hevði tiltakið helst verið á stóra pallinum.
Men undirhaldið var í heimsklassa og serliga var tað tað ommusysturin hjá Trølla Pætur sum setti lív í.
Hon tosaði eitt sindur blandað amerikanskt og føroyskt og var garvill.
Trølla Pætur segði at hon var uttan iva fyrsta trøllið í verðini sum var damp.
Eisini vitjaðu Silvi og onnur djór, sum børnini flokkaðust um.




