Tað var tyrlan hjá Atlantsflog við Hans Eriki og Anfinni við stýrisvølin, sum syrgdu fyri at Trøllapætur og omma hansara vórðu lyft upp í 8000 fóta hædd, ella einar 2.500 metrar upp í loft.
Síðani leyp øll familjan úr Tyrluni hjá Atlantsflog og løtu seinni lendu tey á Vágsbøi.
Trøllapætur segði við Norðlýsið, at fyrst lutu tey út frá hesi ógvusligu hæddini og síðani bíðaðu tey til tey vóru komin niður á umleið 1500 føtur, til tey útloystu fallskýggjan, sum syrgdi fyri at tey kundu fáa eina mjúka lending. Trøllapætur biðjur heilsa og sigur, at tað var ein øgiligur vindur um høvdini tá hann kom dettandi niður úr luftini, hann hevði ilt við at halda fyri allar næsarnar, soleiðis at tær ikki skrædnaðu av vindtrýstinum.




