Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tróndardagar í Gøtu í summar

Oliver Joensen

Vikuskiftið, táið G! vanliga hevur verið, verður aftur í ár hátíðar- og veitsluvikuskifti í Gøtu.

Á Tróndardøgunum, sum nýggja hátíðin eitur, 12. til 19 juli, verður loksins reist standmynd yvir Trónd í Gøtu, mætasta høvding føroyinga, og í eina viku verða tiltøk við tónleiki, sjónleiki, fyrilestrum, framsýningum, gongutúrum og øðrum.

Seinastu nógvu árini hevur vikuskiftið undan Ólavsøku verið hátíðarvikuskifti í Gøtu. Heimskendi G! Festivalurin, og áðrenn hann Gøtustevnan, hava myndað hetta vikuskiftið í mong ár. Síðani tað gjørdist greitt, at G! ikki verður í ár, hava felagsskapir og einstaklingar í Gøtu arbeitt við at skapa eitt nýtt tiltak. Úrslitið er, at skipað verður fyri Tróndardøgum, ið byrja leygadagin 12. juli við avdúking av standmynd yvir Trónd í Gøtu í Norðragøtu og sum enda við veitslu, livetónleiki og víkingalegu í Syðrugøtu vikuskiftið 18. og 19 juli.

Tróndur leggur fyri
Tað sigst at arvurin og mentanin eftir Trónd livir og sæst í Gøtufólki enn tann dag í dag. Á fyrsta Tróndardegi verður sostatt sannur hátíðardámur, táið leingi saknaða standmyndin yvir høvuðspersónin í Føroyingasøgu, Trónd í Gøtu, verður reist. Í nøkur ár hevur ein áhugabólkur arbeitt og nú er dagurin ásettur. 12. juli verður verkið eftir Hans Paula Olsen listarmann avdúkað. Í sambandi við avdúkingina er tónlistarverk skrivað, sum verður frumframført sama kvøld í Gøtu kirkju. Solistar verða Eivør Pálsdóttir og Rúni Brattaberg.

Gøta er millum søguríkastu og elstu bygdir í Føroyum. Minnini um gøtuskeggjar, Trónd, víkingatíð og átrúnaðin eru partar av hesi søgu. Dagarnar eftir avdúkingina og fram til 17. juli verður á ymiskan hátt ljós varpað á søguna. Gamla kirkja verður 175 ár, Gøtu Fornminnissavn letur upp nýtt Bátasavn og søgulig bókaverk verða løgd fram. T?sdagin 15. Juli verður Tróndarseminar í Gøtu skúla. Á seminarinum fara fakfólk at halda fyrilestrar um evni, sum onkusvegna hava tilknýtið til søguna, rótina og upprunan hjá Gøtu.

Víkingar, veitsla og tónleikur taka yvir
Fríggjadagin 18. juli taka tiltøkini í Syðrugøtu yvir. Livetónleikur og disko verða á Spæliplássinum og í Grundini. Á Sandinum verður víkingalega og omanfyri sandin verða sølubásar, eins og vit kenna frá G!

Øll tekin í sól og mána boða sostatt frá, at vikan frá 12. Juli til 19 juli verður ein spennandi hendingarík vika í Gøtu. Fram til tiltakið fer av bakkastokki fara fyrireikararnir støðugt at kunna nærri um tiltøkini, sum verða. 1. juli verður endaliga skráin kunngjørd.
Kunning verður løgd út á hesar heimasíður
www.gota.fo
www.gfestival.fo
www.vikingur.fo
www.blasastova.fo

Fyrireikararnir vóna at føroyingar, summargestir og ferðafólk fara at taka væl ímóti tiltakinum.

Vegna fyrireikingarnevndina
Páll Isholm, samskipari