Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tróndur Arge: Hetta er ársins dystur higartil

Jákup Ósá

Hann gevur skerda KÍ liðnum møguleikar at fáa eitt stig.

Ítróttarredaktørurin hjá Miðlahúsinum gevur skerda KÍ liðnum møguleikar at fáa eitt stig á Summar Festivalinum.

Summartíð hjá KVF umrøddi í dag m.a. stórdystin á Summar Festivalinum fríggjakvøldið millum KÍ og Víking, har tað væntast ein óvanliga stór áskoðarafjøld.

– Tá vit hava ein dyst sum hendan, ið liggur einsamallur ein dag, so fáa vit ofta nógv fólk, sum ikki hava nakað við nakað lið at gera. Hetta er tað perfekta, og vit hava toppliðini seinasta hálvtannað árið. Tað er eingin ivi um, at tað verður plásstrot rundan um vøllin í Klaksvík. Tað er Summar Festivalur, og hóast tað kanska ikki er sjampagnufótbóltur, sum hesi liðini standa fyri, so vænti eg ikki, at nakar hevði stillað seg ímillum, um ein KÍ leikari og ein Víkingur høvdu taklað við tí intensitetinum, sum eg vænti fer at vera í hesum dystinum. So vit fáa tað, ið vit føroyingar elska. Vit dáma eisini betri Premier League enn La Liga. Vit fáa í øllum førum ársins dyst higartil í kappingini, heldur Tróndur Arge.

Broyttu fortreytirnar ger KÍ nøgt við javnleik

At KÍ til dystin manglar profilarnar Semir Hadzibulic og Hørð Askham, umframt at m.a. stórt ivamál eisini er um hin landsliðsleikaran Páll A. Klettskarð ger, at KÍ nú væl fer at kunna liva við javnleikinum.

– KÍ er skert nú Semir Hadzibulic og Hørður Askham ikki eru tøkir umframt skaðarnar. Eg giti, at KÍ kemur ikki at gera alt ov nógv burturúr, meðan Víkingur spælir uppá sín máta, sum er nokkso umstillingskent. Tað er ikki so øgiliga offensivt, men í fjør sóu vit KÍ leypa á onkrar dystir. Men við leikarunum hjá KÍ, sum ikki eru við, so broytir tað fortreytirnar nógv. Ahmed Mujdragic kemur kanska at spæla við einari brotnari nøs og tískil masku. Hvussu fer tað at virka? Hvør skal inn at vera motorurin á miðvøllinum, nú Semir er burtur? Eg vænti ein stillari skotgrøvukríggj enn vit ofta fyrr hava sæð millum hesi bæði liðini. Liðini hava spælt fínar dystir. Keðiligt at siga, men eg haldi, at hetta er ein nokkso typiskur javnleikur, tí KÍ nú onkursvegna er eitt sindur við undirlutan, har Víkingur bara ikki skal avstað. Meðan eg vænti, at Víkingarnir hava tað fínt við at fáa ein javnleik í Klaksvík, segði Tróndur Arge við Summartíð sendingina.