Við fleiri fyrrverandi GÍ leikarum á odda eydnaðist tað Trónda í Gøtu at vinna sjómannakappingina 2015.
Í finaluni spældi Tróndur í Gøtu móti Norðborg og har eydnaðist tað í spennandi dysti hjá Trónda at vinna. Liðið hjá Trónda var mannað við m.a. fleiri fyrrverandi GÍ leikarum og hóast tað eru nógv ár síðani, at teir spældu a hægsta stigi, so sást væl, at hesir enn kunnu nakað á einum vølli.
Hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at ferðasteypið fer til skip, ið ikki er úr Klaksvík.




