Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tróndur ynskir at halda fram í HB

Jákup Ósá

Men enn hevur hann ikki gjørt nakran sáttmála fyri komandi kappingarár.

Men enn hevur hann ikki gjørt nakran sáttmála fyri komandi kappingarár.

Tróndur Jensen var millum mest sannførandi leikararnar á HB liðnum fyrsta partin av kappingarárinum 2016. So mikið sannførandi, at boð vóru eisini eftir honum til A-landsliðið, har hann fekk sín fyrsta landsdyst. Miðvallarleikarin hevur tó ikki nakran sáttmála fyri komandi kappingarár, men nógv talar fyri, at hann heldur fram í HB.

– Nú eri eg uppaldur í HB og har havi altíð trívst øgiliga væl. Umstøðurnar og fólkið rundanum felagið eru fantastisk, so eg hevði einki haft ímóti at spælt har aftur komandi ár. Fyrst og fremst hyggi eg bert eftir, hvat HB ætlar í komandi ár, sigur Tróndur Jensen, ið ikki væntar at tað gongur long tíð, til hann ger sáttmála við felag fyri 2017. Hann váttar eisini, at onnur feløg hava spurt seg fyri hjá sær um komandi ár, men at HB hevur fyrsta rætt í komandi samráðingum.

Tróndur Jensen er 23 ára gamal og er skrásettur fyri 99 dystir í Effodeildini.

Harleywoodpaint