Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Troyttur av lokalum listum

Jóhann Lützen

Stigtakarin til nýggja valevnislistan í Runavíkar Kommunu, 29-ára gamli Jógvan Andersen av Skála, ið sjálvur er valevni, ynskir at arbeitt verður fyri kommununa í síni heild og ikki at hvør býráðslimur bert er har sum umboð fyri sín lista, sum aftur umboðar hvør sítt lokaløki. Endamálið við nýggja listanum er at hava eina breiða umboðan og at arbeiða fyri menning og trivnaði í allari kommununi.

Jógvan Andersen er sjálvur valevni, og afturat sær hevur hann 7-10 onnur, ið hava játtað at stilla upp, men hvørs nøvn ikki eru almenn enn. Hesi 7-10 eru ung, gomul, mannfólk, konufólk og búgva í ymiskum bygdum í kommununi. Jógvan Andersen viðgongur yvirfyri Portalinum, at tey koma við hesum nú, tí uppstillingarfundur verður í Bylgjuni mánakvøldið, har listin fyri Runavík/miðøkið fer at stilla valevni upp. Nýggi listin skal eisini síggjast sum aftursvar til hendan lokala listan.

Runavíkar Kommuna er tann størsta kommunan, sum ikki hevur flokspolitiskar listar til býráðsvalið. Higartil hevur tað verið so, at tríggir listar hava stillað upp, og har hevur felagsnevnarin verið bústaður hjá fólki. Fólk úr Runavíkarøkinum hava stillað upp á Lista A, fólk av Skála á Lista B, og fólk úr Søldarfirði á Lista C. Undantøk hava verið fleiri, men sum heild hevur hetta verið myndin. Og hesa myndina við listin hjá Jógvani Andersen nú gera upp við.

Stigtakarin og valevnið leggur dent á, at teirra listi er ein “felagslisti”, ið skal vera eitt alternativ til staðbundnu listarnar.