Tveir av trimum tipparum væntaðu áðrenn HM kappingina, at Týskland fór at vinna. Kristian Joensen og Ragnar Joensen peikaðu á Týskland. Hinvegin er tað Regin Sivertsen, sum gjøgnum kappingina hevur tippað flestar dystir rættar.
Á seinasta HM degnum tippa og grundgeva allir tríggir tippararnir á Norðlýsinum til hetta HM endaspælið.
Kristian Joensen:
Týskland – Argentina. Ein dreyma finala. Europa ímóti Suður Amerika. Her verður væntandi ein spennandi finala, Argentina hevur víst seg at hava tí bestu verjuna undir HM, og hevur tað borið teir allan vegin til finaluna. Men Argentina er ikki bara verja, við Messi á odda, hava teir tá tað fungerar tann besta offensivin í heiminum, higartil hevur tað offensiva kiksa, men riggar tað í kvøld, so koma tir at geva Týsklandi skarpan gang.
Týskland hevur verið besta liði gjøgnum alla kappingina og vilja teir frá byrjan herja á frá byrjan. Eg vænti ikki at Týskland fær tað líka nemt, sum tá teir seinast spældu ímóti einum Suður Amerikonskum landi. Men Týskland vinnur finaluna, helst verður tað eftir umdyst. X (Odds: 3,25)
Eg tippi í dag:
Týskland-Argentina X (Odds: 3,25)
Eg satsi í dag:
Undir 0,5 mál: (Odds: 7,20)
Ragnar Joensen:
Týskland-Argentina
Í dag møtast helst bestu liðini hetta endaspælið. Bæði liðini hava verið rættiliga støðug, og hava tey spælt seg upp so hvørt kappingin er liðin. Bæði liðini eru væl skipaði. Týskland gjørdi av við vertirnar longu í fyrra hálvleiki av hálvfinaluni, meðan Argentina mátti út í longda leiktíð og brotsspørk áðrenn finaluplássið var tryggjað. Hetta meti eg kemur at spæla ein stóran leiklut. Týskara hava havt ein dag meira at hvíla seg í, og kann hetta hava við sær, at teir eru frískari. Lykilin til sigurs liggur hjá argentinum uttan iva hjá Messi, sum saman við Higuain, DiMaria og Aguero, skal finna veg til meskarnar. Týskland fara helst at skipa seg á sama hátt sum teir hava gjørt allar hinar dystirnar. Bæði liðini duga at skjóta mál, Men hetta verður helst ein tættur dystur, har hvørki av liðunum vil missa. Tí verður tað eisini talan um ein dyst sum verður avgjørdur við einum ella tveimum málum, og tað verða týskland ið liggja omaná.
Eg tippi í dag (single bets):
Týskland vanlig leiktíð (2,10) Tyskland vinnur í vanligari leiktíð
Undir 2,5 mál (4,20) Týskland vinnur og Muller skorar (3.75)
Eg satsi í dag:
Týskland skorar uppá straffi í dystinum (9,00)
Regin Sivertsen:
Týskland – Argentina
Eitt fantastiskt HM fer av bakkastokki, og endar tað við einum brakið av einum dysti. Týskland hevur leikt undirhaldandi fótbólt, og hava skapt yvirskriftir. Av Argentina vóru mínar væntanir undan kappingini at teir komu í finaluna, og taptu hana. Tað meti eg so eisini enn, tí í dag verður tað týska liðið ein ov stórur bitið til Argentinarar. Argentina hava verið øgiliga væl skipaðir til hesa kappingina, og øll ivamál um teirra verja var ov veik undan kappingina eru skógvað til viks. Hinvegin hevur álopsparturin ikki verið so sannførandi sum mann væntaði. “Men bólturin er rundur, 11 ímóti 11, og Týskland vinnur altíð” – sitatið kemur til sín rætt aftur hesaferð.
Eg tippi í dag:
Týskland – Argentina (0-2): x (Odds: 6,50)
Müller sum fyrsti málskjútti (Odds: 5,70)
Eg satsi í dag:
Týskland – Argentina (0-3): x
Støðan:
1. Regin Sivertsen 36 stig
2. Kristian Joensen 31 stig
3. Ragnar Joensen 28 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.




