Trúgvi Poulsen hevur annars starvast sum leiðari fyri deildina hjá Rúsuni í klaksvík.
Vinnuráðgevi
Trygvi H. Poulsen er settur í starv í deild bankans í Klaksvík frá 1. februar 2006 at rokna. Hann hevur áður starvast í bankanum, tey tvey fyrstu árini sum næmingur.
Trygvi, ið er 35 ára gamal, hevur síðani 1992 verið leiðari á Rúsdrekkasøluni í Klaksvík. Síðsta vár tók Trygvi eina diplomleiðaraútbúgving á Skeiðsdeplinum í Tórshavn. Trygvi er ættaður úr Klaksvík, giftur við Mariann og eigur 3 børn. Nú hann kemur aftur í starv í bankanum, fer Trygvi at starvast í Vinnulán í deild bankans í Klaksvík.




