Fremsta kvinnuliðið hjá Stjørnuni hevur havt trúgvar áskoðarar í vetur. Skipað var fyri útferð til Vágs ídag og einir 50 klaksvíkingar tóku av tilboðnum.
Áskoðararnir hjá Stjørnuni hava verið sera trúgvir í vetur. Nærum til hvønn útidyst hava nógv tey somu fólkini fylgt okkara kvinnubrotum. Men felagið sjálvt hevur so sanniliga eisini gjørt sítt til, at tað hevur verið lagaligt hjá áskoðarunum at fylgt liðnum. Eitt nú var ídag skipað fyri útferð til Vágs.
Stjørnan stóð fyri øllum á útferðini og hevði skipað fyri ókeypis bussferð úr Lorvík til Havnar og av Tvøroyri til Vágs og eisini norður aftur. Tað einasta vit áskoðarar skuldu gjalda var ferðaseðlarnar til Strandferðsluna við Dúgvuni og Smyrli.
Nú vit ongan útidyst hava eftir fara vit við hesum at takka leiðsluni hjá Stjørnuni fyri ein sera væl fyriskipaðan hondbóltsvetur fyri okkum áskoðarar og tað trekkir ikki frá, at okkara lið eisini er vorðið steypavinnarar og føroyameistarar. Ein ótrúlig uppliving suðuri í Vági, bert spell, at VB rýmdi av vølli aftaná dystin uttan at siga farvæl, men kanska gera tær tað gott aftur eina aðru ferð, vit vita øll, at tað lítið hugaligt at missa á stokkinum.
Tillukku VB við silvurinum, tit hava víst at tað so sanniliga eisini er dugur í suðuroyingum.




