Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trump: – Mín er størri enn tín

Jóhann Lützen

Amerikanski forsetin nýtti skúlagarðsmetodur, tá hann hótti norðurkoreanska forsetan Kim Jong Un í gjár við boðunum, at hann hevur ein størri atombumbu-knøt og at hann riggar.

Donald Trump dámar væl at samskifta týðandi politiskar boðskaðir á sosialu miðlunum. Hansara twitter vangi er mangan nýttur í hesum sambandi.

Seinastu tíðina er konfliktin millum USA og Norðurkorea vorðin alsamt størri og bæði londini hava kjarnorkuvápn. 

Í gjár skrivaði Donald Trump á sín twitter vanga. “Will someone from his depleted and food starved regime please inform him that I too have a Nuclear Button, but it is a much bigger & more powerful one than his, and my Button works!”

Hesin tónin hjá amerikanska forsetanum elvir til høvuðbrýggj hjá lóggávufólki, diplomatum og trygdarserfrøðingum í bandaríkinum, sum allir hava skýrt útlátið hjá Trump at verða barnagtigt og ein hóttandi máti at dríva uttanríkispolitikk uppá, ið kann hava álvarsamar fylgir fyri heimsfriðin.