Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trupari nú enn nakrantíð at fáa innferðarloyvi til útlendsk ítróttarfólk

John William Joensen

Tað sigur formaðurin í sp/f KÍ, Aksel Jóhannesen, sum framvegis bíðjar eftir visum til tveir av útlendsku leikarunum hjá KÍ

– Vit hava drúgvar royndir við at fáa útlendingar til Føroyar og tað er út frá hesum royndunum at vit kunn staðfesta at núverandi skipan riggar verri enn áðrenn broytingarnar vóru gjørdar í fjør, sigur Aksel Jóhannesen, stjóri í sp/f KÍ. 

– Fyri einum ári síðan lótu vit umsókn inn á politistøðini, sum sendi hana víðari til Innlendismálaráðið. Síðan var hon send til Udlændingestyrelsen í Keypmannahavn. Teir sendu hana síðani til politistøðina har hon síðan var útskrivað.



Mannagongdin í dag 

– Í løtuni er tað soleiðis at umsøkjarin letur eina umsókn inn á politistøðini. Hon verður síðani send beinleiðis niður til Udlændingestyrelsen. 

– Udlændingestyrelsen sendir so umsóknina upp aftur til Innlendismálaráði til hoyringar og síðani verður hon send aftur til Udlændingestyrelsen. 

– So verður umsóknin send til politistøðina, sum far hann til umsøkjaran. 

-Alt samskifti millum ymsu stovnarnar gongur gjøgnum postverkið og tað sigur seg sjálvt at hetta kann als ikki verða nøktandi nú vit skrivað 2007



Útlendingamál er ein katastrofa 

Aksel Jóhannesen sigur at skipanin við arbeiðs- og uppihaldsloyvum er út av lagið vánalig. 

– Knúturin er eftir øllum at døma Udlændingestyrelsen og tá umsóknin skal tvær ferðir ígjøgnum stovuni verður bíðitíðin alt ov long. 

– Tað tekur bert heilt fáar minuttir at viðgera umsóknina hjá saksbehandlarunum, men tá stýrið jú hevur eina mongd av umsóknum og tær føroysku skulu viðgerast tvær ferðri og sendast upp og niður við posti millum Føroyar og Danmark fleiri ferðir, verður skipanin út av lagið vánalig. 

– Ítróttarfólkini skulu bert lúka eina treyt og tað er at feløgini skulu váttað at tey í minstalagið tjena kr. 8.806,- um mánaðin. 

– Er hetta kravið uppfylgt so er alt í lagið. 

– Mín metan er, at skipanin ongantíð hevur virka so illa sum hon ger í dag. 

– Vit hava hendan seinasta mánaðan ringt hvønn dag niður til Udlændingestyrelsen, men ein sleppur ikki at tosað við fólki, sum hevur við umsóknina at gera. Vit hava eisini roynt at fáa hjálp frá politisku skipanini og vit mugu bara vóna at umsóknirnar vera í lagið áðrenn leygardagin. 

– Trupuleikin er stórur, tí felagið kann ikki rinda útlendingunum løn áðrenn arbeiðsloyvi er í lagið, og tað sigur seg sjálvt at tað kemur illa við hjá útlendingunum. 



Áttu at yvirtikið útlendingamál 

– Mín greiða støða er, at skipanin hevur ongantíð rigga so illa sum nú og tí áttu føroyingar sjálvir at umsitið málsøkið. 

– Tað sita í løtuni saksviðgerar úti í tinganesi, sum álíkavæl skulu viðgera hvørja einastu umsókn og tá tað ikki kostar nógar pengar at yvirtaka útlendingamál – er upp á tíðina at hetta verður gjørt. 



Formaðurin í sp/f KÍ, Aksel Jóhannesen, sigur at útlendingarnir, sum komu til felagið í fjør hava fingið visum, men tveir nýggir, sum komu í ár, sita og bíðja eftir loyvinum frá Udlændingestyrelsen. 

– Leikaraloyvini liggja og bíðja á skrivstovuni hjá FSF visum verður útskrivað.