Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Truplar KÍ fyrireikingar

Jákup Ósá

Meðan øll hini liðini hava kunnað vant nærum ótarnað ágraslíki seinastu vikuna, so hevur KÍ sína fyrstu venjing við bólti síðani NSÍdystin í dag. Venjingin er á Svangaskarði.

 

Leygardagin 16.mars spældi KÍ seinasta dystin. Síðani tá eru8 dagar farnir. Og meðan allir vøllirnir i landinum hava verið grønir seinastuvikuna, so hevur kavi ligið á vøllinum í Klaksvík. Tað hevur viðført, at einkiKÍ lið hevur kunnað vant við bólti á ordiligum vølli.

 

Í dag hevur Effoliðið sína fyrstu venjing undir vanligumumstøðum. Vanligum umstøðum er kanska í so nógv sagt, tí venjingin verður áSvangaskarði, har B68 hevur víst KÍ vælvild og givið liðinum venjingartíðir.Sum skilst verður venjingin á Svangaskarði framyvur, so leingi sum kavin liggurá vøllinum í Klaksvík og eingin kavi er á Toftum. Myndin er tikin í Djúpumýrufyrrapartin í dag. Sum sást, so nærkast nú til vøllurin aftur verður grønur ogspælandi verður á honum.

 

Kavin í Klaksvík hevur havt fleiri avlýsingar við sær. M.a.dystin hjá 1.deild seinasta vikuskiftið móti Víkingi og dystin hjá 1.deildkvinnum hetta vikuskiftið móti EB/Streymi/Skála.