Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trúvirði og arbeiðsføri hjá hesi samgongu er burtur.

John William Joensen

Eftir seinastu átøk samgongunnar við lógini um vinnuligan fiskiskap sum teir taptu so dyggiliga og sum segðst at verða legitimiteturin undir samgonguni og seinast við solokoyring landsstýrismannsins í fiski- og tilfeingismálum við løgtingslóg um landsjørðina, sum er púra óseriøst og ósaklig – er alt grundarlag og trúvirði burtur

Hetta eru reinir fantastar sum sita við landsins leiðslu – og beinleiðis vandamiklir fyri vælferðina hjá landið og fólki.

Teir (Tjóðveldi) hava fer eftir fer seinastu dagarnar gjørt fiskivinnulóggávuna til ein kabinetspurning og sagt at um ikki uppskot teirrar vann frama, so vóru teir ikki stjórnarberanfi flokkur meira og landsstýrismaðurin hevur gjørt greitt at um ikki minkinginin uppá 20% kom ígjøgnum so legði hann frá sær.
Løgmaður hevur somuleiðis gjørt greitt at hetta mál var ryggurin í samgonguni .

Tykkara grundarlag fyri at stjórna landinum er burtur , tit hava víst í verki at tit ikki eru førir fyri at stjórna hesum landi og løgmaður hevur víst at hann ikki er førir fyri at stýra og halda justits á landsstýrisfólkum sínum – allir koyra í sjálvdrátti.

Løgmaður eigur at ásannað síni væntandi evnu at leiða og stýra eins og samgongan eigur at leggja frá sær tí hon ikki hevur meirluta fyri sínum politikki – ella rættari væntandi politikki.

Føroyar hevur brúk fyri stabilari leiðslu og stabilum politiskum viðurskiftum og hana er sitandi minnilutastjórn ikki før fyri at veita.

Johan Dahl, løgtingsmaður