Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trúvirði?

Hanus Hansen

Nú bleiv ein orðadráttur millum Liljuna Weihe og Helga Abrahamsen um,hvør hevur manipulerað meg mest av teimum báðum. Tað var ikki meiningin, tí hesar reglur.

Mikudagin ringdi Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum til mín, í sambandi við eina grein og eitt videoklipp, sum lógu á Norðlýsinum.

Eg koyrdi akkurát í bili, tá hon ringdi, men eg gav mær kortini stundir at tosa við hana, og vit høvdu eitt fínt prát um nógv ymisk viðurskiftir.

“Hví ert tú so ræðuliga illur?” spurdi Liljan og vísti til tað, sum stóð í Norðlýsinum. Eg geiddi henni frá, at eg var ikki illur, men hevði bara víst fyri almenninginum, hvat eg veruliga hevði sagt í samrøðuni við Jan Lamhauge.

Eg segði, sum var, at eg hevði upplivað sjálva samrøðuna við Jan Lamhauge sum eitt hugnaligt prát, men tá eg hevði sæð sendingina, hugsaði eg, at hetta var ikki akkurát tað, sum eg hevði roynt at sagt. Eg helt ikki, at tað týdningarmesta var tikið við, og tað, sum var við, kundi mistulkast. Eg gjørdi tó ikki meira við tað tá.

Men tá fólk byrjaðu at venda sær til mín við spurningum um, hví eg nú tók undir við uppboðssølu av fiskirættindum, og okkurt lesarabræv eisini var um tað sama, helt eg, at tað var neyðugt at fáa rætta samanhangin út.

Tað var í tí sambandinum, at eg vendi mær til Norðlýsið, fyri at vita um eg har kundi fáa pláss fyri mínari óredigeraðu upptøku av samrøðuni. Helgi Abrahamsen, blaðmaður, mundi halda at evni var áhugavert, tí hann gjørdi eina stutta samanbering av tí kliptu sendingini og tí ókliptu.

Nú hartar Liljan Weihe blaðmannin fyri ikki at hava latið umboð fyri Kringvarpið sleppa til orðana í sambandi við greinina í Norðlýsinum. Um tað er í tráð við góðan miðlapolitikk ella ikki, dugi eg ikki at meta um, eg havi so ikki verið á tí skeiði, sum Liljan nevnir, men tað sum var umráðandi fyri meg var, at fólk sjálvi sluppu at meta um tað, sum eg hevði sagt, og tað endamálið, haldi eg, er rokki við greinini hjá Helga og við at leggja mína óredigeraðu samrøðu út.

Eg skal gera vart við, at tað, sum Helgi Abrahamsen skrivaði í Norðlýsinum, er rætt endurgivið, og at eg kann standa inni fyri tí. Tað, at eg royni at tosa vinaliga bæði við Jan Lamhauge og við Liljuna Weihe eigur ikki at verða tulkað soleiðis, at tey kunnu gera eina niðurstøðu um, at eg taki undir við at selja fiskirættindi á uppboðssølu. Um tey hava gjørt tað tilætlað, veit eg ikki, men eftir sendingina vóru tað nógv skilafólk, sum fingu tað fatan, at eg nú tók undir við uppboðssølu, bara tað ikki rakti Barentshavið. Sum tað framgongur av samrøðuni (tí óredigeraðu), so taki eg ikki undir við uppboðsøluni, og tá so nógv fólk fingu tað øvuðugtu fatan av sjónvarpssendingini, haldi eg ikki, at hesi sjónarmiðini kunnu vera komin nóg væl fram í sendingini í sjónvarpinum.

Vit kunnu skriva upp og niður og aftur og fram um, hvør hevur sagt hvat, men kjarnin í hesum máli snýr seg um, um tey, sum hyggja standa eftir við einari fatan av málinum eftir at hava sæð sendingina hjá Jan, og um tey standa eftir við eini heilt aðrari fatan av málinum, eftir at hava sæð upprunaupptøkuna. Gera tey tað, so kann ikki umgangast, at tey uppliva journalistikkin sum ótrúverdugan. Og tað er tað, sum vit øll – eisini Liljan og Jan – eftir míni meting eiga at fyrihalda seg til. Megnar Jan í sínari útgávu at endurgeva tað, sum eg meini frá upprunasamrøðuni?

Tað kunnu tað vera ymiskar meiningar um, men tá ein rímiliga stórur hópur av fólki, sum hava vent sær til mín, og sum øll eru skilafólk, uppliva sendingarnar at peika í hvør sína ætt, so er helst okkurt galið. Eg havi ikki áhuga í at fáa nakað ráð ella “dómstól” at gera úrskurð í málinum. Hyggjarin er ikki býttur. Vegna ta ørkymlandi uppliving, sum fólk søgdu seg hava av sendingini hjá Jan, metti eg tað vera rætt at koma við einum ískoyti, nevniliga originalu upptøkuna. So kunnu fólk sjálvi meta. Fyri meg snýr málið seg um mítt trúvirði. Jan og Liljan og fyri tað eisini Helgi kunnu so meta um teirra egna journalistiska trúvirði.

Nú liggur so sendingin hjá Jan á KVF og mín samrøða á Norðlýsinum. So kunnu øll hvør í sínum lagi meta, um eg eri rætt endurgivin, ella hvør manipulerar hvønn.

Hanus Hansen

Harleyfacadeacryl