Súni Olsen spælir helst ikki við B36 næsta ár. Súni Olsen sigur, at konkretar samráðingar eru við 3 felag og at eisini onnur feløg hava víst áhuga.
Súni Olsen spælir helst ikki við B36 næsta ár. Súni Olsen sigur, at konkretar samráðingar eru við 3 felag og at eisini onnur feløg hava víst áhuga.
Súni Olsen er fluttur til Norðragøtu at búgva og tí hava søgurnar koyrt um, at hann skal skifta felag komandi kappingarár. 32 ára gamli miðvallaleikarin hevur í 19 landskappingardystum í ár skorað 5 mál og lagt upp til 6 mál.
Trý felag uppá tal
Súni Olsen vísir aftur, at hann skal hava gjørt avtalu við Víking, sum leysa søgurnar fyrr í summar bendu á.
-Eg eri ikki nærri Víkingi enn nøkrum øðrum felagi. Tað eru trý felag sum hava víst stóran áhuga og sum samráðingar hava verið við. Harafturat hava onnur sýnt áhuga. Eg vænti, at ein avgerð fyriliggur, tá kappingin er av og vit síggja, hvussu stigatalvan sær út. Eg fari eisini at tosa við núverandi felagið B36, men tað liggur í kortunum, at tað verður ov strævið at fara at brúka so nógva tíð uppá koyring, men enn er einki avgjørt, sigur Súni Olsen.
Hann sigur, at talan er um feløg í eysturoynni, har Víkingur uttan iva er eitt. Eysturoyggin verður væl umboðað í Effodeildini næsta ár, har Víkingur, ÍF, NSÍ, B68, Skála og EB/Streymur vera við. Sum skilst er KÍ eitt av feløgunum, sum hevur spurt seg fyri hjá Súna, men ikki eitt av teimum trimum, ið hava havt samráðingar við roynda leikaran. Helst bíða klaksvíkingar til botnstríðið er avgjørt og tað fæst at vita, í hvørjari deild KÍ spælir í næsta ár.




