Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trý FM kunnu enda í Norðoyggjum: Soleiðis hendir tað

Jákup Ósá

Vit hava hugt eftir, hvørji úrslit skulu til fyri at Fípan Fagra, Sundabáturin og Klaksvíkingur vinna føroyameistaraheitið í dag.

Í Norðoyggjum er spenningurin størstur kring 5-mannafør við dreingjum, 6-mannaførum við monnum og 10-mannafør. Tí her liggja bátar í løtuni til at vinna føroyameistaraheitið. Men kravið til teir bátarnar er, at teir ikki enda aftanfyri nummar 2 ella 3 á ólavsøku. Hendir tað at teir halda krøvini, so enda tríggir av sjey møguligum føroyameistarum í Norðoyggjum. 

Fípan Fagra við dreingjum er trý stig frammanfyri Sílið. Tí skal Fípan Fagra ikki enda aftanfyri nummar 3, um Sílið vinnur róðurin.

Sundabáturin við monnum er tvey stig frammanfyri Hvessing. Tí skal Sundabáturin ikki enda aftanfyri nummar 2, um Hvessingur vinnur róðurin.

Klaksvíkingur er trý stig frammanfyri Ormin Langa. Tí skal Klaksvíkingur ikki enda aftanfyri nummar 3, um Ormurin Langi vinnur róðurin.