Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Trý grønlendsk skip á MEST í januar

mest.fo

Nógv virksemi er á MEST í løtuni og komandi mánaðirnar

 

Frá Royal Greenland hevur uppisjóvarskipið Tasiilaq verið í turrdokkini á Skála til klassingar arbeiði og ymiskt annað viðlíkahalds arbeiði. 

Trolarin Tuneq er eisini júst komin og her skal ymiskt viðlíkahalds arbeiði byrja í vikuni. Skipið verður eftirfylgjandi liggjandi við bryggju í nakrar vikur. 

Trolarin Polar Princess frá Polar Seafood kom í dokk nakað fyri jól og hevur fingið framt umfatandi klassingar arbeiði og ymiskt viðlíkahalds arbeiði. Eftir at arbeiði í dokkini var liðugt, bleiv skipið sleipað til Havnar, har írestandi viðlíkahaldsarbeiði verður framt. Polar Princess ferð væntandi avstað aftur í komandi viku.

Sí myndirnar, sum okkara myndafólk tók í vakra kavaveðrinum mánadagin 6. januar.