Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trý íslendsk svartkjaftaskip á Klaksvík

John William Joensen

Gjárakvøldið legði íslendski Aðalstein Jónsson, góð 400 tons av skráskornum svartkjafti til frystihúsið í Ánunum.

Tað var hugaligt at síggja stóru íslendsku svartkjaftaskipini á Klaksvík í gjár.

Sum skilst vóru tey koma inn at kroka, men tá slík skip liggja við bryggju kastar tað beinan vegin av sær.

Onkrar umvælingar vóru gjørdar og eisini varð provianterað.

Manningarnar – umleið 40 mans tilsamans – fóru ein túr í býin og óivað hava teir eisini brúkt pening.

Heini á Marknagili, sigur at teir byrjaðu at landað seinrapartin fríggjadagin og vóru lidnir umleið kl. 5 í morgun.

– Frystigoymslan er full í løtuni tí vit hava eisini havt onnur skip – so spurningurin er um vit ikki longu áttu at umhugsa eina útbygging.

– Nú er allur kajkanturin liðugur og vit fáa skipini heilt inn til húsið – so umstøðurnar eru av teim allar bestu og fremmandu skipini lata eisini sera væl at umstøðunum.

– Sera lítil óviðkomandi ferðsla er í Norðhavnini og tí eru umstøðurnar hjá okkum at arbeiða framúr góðar.

Tey trý skipini, Faxi, Ingunn og Aðalstein Jónsson fara aftur til fiskiskap í dag.