Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trý lið í Premier League skulu hava nýggjan venjara

Jákup Ósá

Crystal Palace, West Bromwich og helst eisini Newcastle skulu hava nýggjan venjara.

Bæði Crystal Palace og West Bromwich hava sagt sínar venjarar upp vegna ov vánalig úrslit.
Crystal Palace hevur fingið gjørt avtalu við Newcastle um at keypa Alan Pardew leysan fyri tvær milliónir pund, eftir at felagið gav Neil Warnock sekkin. Samráðingarnar eru ikki komnar á mál enn, men ensku miðlarnir vænta, at tað fer at koma uppá pláss. Tá skal Newcastle hava nýggjan venjara fyri Pardew, sum ikki hevur verið vælumtóktur millum Newcastle viðhaldsfólkini. Missir Newcastle Pardew, so er verjuleikarin Fabricio Coloccini favorittur at taka yvir.
West Bromwich skal hava nýggjan venjara fyri Alan Irvine.  Tony Pulis og Tim Sherwood eru favorittar at taka yvir.