Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trý Torra-tiltøk á skránni í dag

Helgi Abrahamsen

Á skránni fyri Torradagarnar standa trý ymsisk tiltøk í dag.

Klokkan 16 til 21 verður framsýning av næmingaarbeiði og opið hús á Húsarhaldsskúlanum. Har verður mótasýning og til ber at royna góðan mat, og annað leskiligt, sum tey læra at gera á skúlanum.

Klokkan 19:30 verða tvey tiltøk á skránni. Á bókasavninum verður bindiskeið, har Sára Mrdalo frá Navia fer at geva frálæru í at binda fimm ymsar bindihættir:

  • Holsokkamynstur
  • Hálvpatent
  • Blørður
  • Rossaber
  • og Snar

Tey ið ynskja at luttaka á bindiskeiðnum skulu hava við: 5 stokkar umleið nummar 5, hóskandi tógv og ein eyka stokk til snarbinding

Triðja tiltakið er somuleiðis klokkan 19:30. Tá fer Líggjas í Bø at hugleiða um ”Klaksvíksstríðið”. Tað verður í Miðhøllini á Skúlatrøð.