Ársúrslitið hjá Trygd gjørdist 23,0 mió. kr. fyri skatt, í mun til 4,6 mió. kr. fyri skatt í 2011. Eftir skatt var ársúrslitið 19,0 mió. kr. í 2012. Tað var 3,7 mió. kr. í 2011.
Tíðindaskriv frá Trygd 08.03.2013 í sambandi við ársfrásøgnina 2012
Ársúrslitið hjá Trygd gjørdist 23,0 mió. kr. fyri skatt, í mun til 4,6 mió. kr. fyri skatt í 2011.
Eftir skatt var ársúrslitið 19,0 mió. kr. í 2012. Tað var 3,7 mió. kr. í 2011.
Tryggingartekniska úrslitið var 21,4 mió. kr. í 2012 samanborið við 1,8 mió. kr. í 2011. .
Um ársúrslitið fyri 2012 sigur Janus Thomsen, stjóri, at leiðslan er væl nøgd við úrslitið.
“2012 gjørdist eitt gott ár hjá Trygd. Skaðagongdin hevur verið góð, og vit hava megnað at vinna størri marknaðarlut á bæði privata og vinnuliga marknaðinum. Sostatt hava vit aftur í 2012 megnað at styrkt okkara støðu á føroyska tryggingarmarknaðinum”
“Størri aktivitetur á eitt nú søluni av nýggjum bilum og húsum sæst eisini aftur í einum tryggingarfelag sum okkara, so hóast nakað stirvna búskaparliga gongdin heldur fram, við eitt nú fallandi fólkatali, so hava vit merkt ein størri aktivitet á serliga biltryggingum, enn undanfarnu 3-4 árini.”
Í 2012 hevur skaðagongdin verið nøktandi. Talið av skaðum var munandi lægri enn í 2011, tá herviligu ódnirnar gjørdu um seg í november og desember.
Skaðaendurgjøldini fyri egna rokning lækkaðu úr 62,7 mió.kr. í 2011 til 40,2 mió.kr. í 2012.
Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu 1,8 mió. kr. í 2012 og vóru íalt 87,7 mió. kr, í mun til 85,9 mió.kr. í 2011.
Broytingin stavar frá vøkstri á bæði privata og vinnuliga marknaðinum, umframt prístalsjavnan.
Eginognin hjá Trygd var við ársenda 2012 107,9 mió.kr.
Ársfrágreiðingin 2012 varð góðkend á aðalfundi hjá Trygd. Aðalfundurin samtykti at útluta vinningsbýti á 20 mio. kr. til móðurfelagið BankNordik.
Á aðalfundinum tók Niels Juul Andersen ikki við valið aftur. Í hansara stað bleiv Jesper Rasmussen valdur.
Í nevndini sita: Janus Petersen (formaður), Jens Erik Rasmussen, Jesper Rasmussen, Christian Andreasen og Tummas Hanus Dam.
Tórshavn, 8. mars 2012.
P/F Trygd Tryggingarfelag




