Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygd í heiminum og á arbeiðsplássinum: Eru lásini í ordan?

John William Joensen

Valdemar Lützen Byggibúð hevur tveir góðkendar lásasmiðir og ein undir útbúgving. Hesir eru klárir, er okkurt áfatt í dagtímunum.

Teir kunnu skjóta lás upp, leggja lás um til sama lykil, sum tað eitur, og sjálvsagt eisini montera nýggj lás í hurðina.

Og sjálvsagt eru hesir teir bestu at geva góð ráð í handlinum, ætlar ein at fara undir uppgávuna sjálvur, ella ein bara skal keypa lás til sethús, úthús, neyst ella arbeiðispláss.
Vøruúrvalið av lásum og lyklum er sera stórt í Byggibúðini, og tí er valla ein uppgáva, tey ikki klára at loysa.

Ikki bert uttanlands, men eisini í Føroyum fara fólk at hugsa um trygd, tá tað stundar móti myrku nætrunum. Kanska tað er trygdin í hjallinum, ið spøkir aftur í tilvitskuni hjá fólki. Men ein veruleiki er, at tá myrka tíðin stendur fyri durum, tá fara fólk at hugsa um, at heimið er væl tryggjað.

Lásini kunnu vera gomul, kunnu møguliga lirkast upp uttan lykil, ella gamla hongilásið er burturblivið og hjalsdyrnar standa ólæstar til freistingar fyri veikar sálir. Sama kann vera við øðrum lásum. Her kunnu hyggjuráðini vera at seta eitt Rukolás við sylindara og soleiðis tryggja bæði heim og familju- og skerpikjøt!

Óneyðugt er helst at siga frá, at roykávaringar eisini eru á goymslu í hópatali í Valdemar Lützen Byggibúð.

Hjá Valdemar Lützens Byggibúð hevur verið og verður nógv arbeitt við Ruko-skipanini. Serliga stovnar og stórar fyritøkur ynskja at totaltryggja seg. Hesi bíleggja ofta eina skipan, har tey fáa lás við lyklum, sum als ikki kunnu eftirgerast uttan loyvi frá ábyrgdarhava.

Byggibúðin á Skálatrøð er stór og har finnast nógvar aðrar vørur. Eitt nú er eitt sera stórt úrval av boltum, skrúvum, rustfríum besløgum (A4 sýrufrí), ið mest verður brúkt til bátar og annað, sum veruliga skal halda nakað.

Úrvalið innan fiskireiðskap til frítíðarfiskimannin er fjølbroytt innan havfiskarí og sílafiskarí.

Valdemar Lützens Byggibúð er kortini best kend fyri góða og kvalifiseraða tænastu og altíð at seta dygdina í hásæti. Byggibúðin liggur  eisini einastandandi væl fyri á Skálatrøð við stórum parkeringsøki. Sambært starvsfólkunum er plaseringin so einastandandi,  at ”tað er her, sólin og sjógvurin møtast”, sum sloganið er vorið til!

Harleyfacadeacryl