Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygd og H71 longt samstarvið

Oliver Joensen

Trygd og H71 hava longt samstarvsavtaluna, ið merkir, at Trygd eisini næstu tvey árini verður at síggja á blusunum hjá besta mansliðnum hjá H71.

Trygd verður sostatt framhaldandi partur av stuðulstoyminum hjá H71 og verður við til at tryggja góðu gongdina, sum hoyvíkingar hava havt seinastu árini – ikki minst í fjør, tá ið besta mansliðið gjørdist greipuvinnari.

Tá ið H71 varð stovnað, búðu bert eini 70 fólk í Hoyvík. Í dag er fólkatalið næstan 4000, og í Hoyvíkshøllini hittast hundraðtals børn og vaksin hvønn dag. Hetta merkist eisini í H71, sum í dag er tað skjótast vaksandi felagið í Føroyum. Janus Thomsen, stjóri í Trygd, er fegin um longda samstarvið, H71 hevur stóran týdning fyri Hoyvíkina og hoyvíkingar. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit framhaldandi at stuðla menningini av hondbóltinum og hondbóltslívinum í Hoyvík”.