Bjørn Kalsø, landstýrismaður í fiskivinnumálum, fer í tingsetini eftir Ólavsøku, at leggja fram uppskot um verkslagslóg um bygging av Trygdarmiðstøð í Klaksvík.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur við Norðlýsið, at talan er um ein bygning uppá umleið 1700 fermetrar, við undirvísingarhølum, venjingarhyli, umsitingarhølum og kantinu.
2 milliónur krónur eru settar av á fíggjarætlanini í ár til hesa bygging, og Trygdarmiðstøðin er eisini liður í eini langtíðarætlan hjá landsstýrinum, men neyðugt er eisini við eini verklagslóg, og tað er hendan, sum landsstýrismaðurin nú vil hava upp á pláss.
Klaksvíkar Kommuna er til reiðar at lata øki til byggingina, og eftir ætlanini skal Nýggja trygdarmiðstøðin byggjast á økið beint uttanfyri bátahylin við Borðoyarvík. Økið er so gott sum liðugt planerað.




