Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygdarmiðstøðin inn í bygningin hjá Toll- og Skattstovuni á Stongunum

John William Joensen

Eftir áheitan frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, havi eg avgjørt at steðga ætlanunum at selja bygningin, meðan kannað verður um bygningurin kann húsa Trygdarmiðstøðini, sigur Bárður Nielsen

Í seinstu viku flutti skrivstovan hjá Toll- og Skattstovununi yvir um vánna í nýggj hølir úti í Klaksvík. Síðani hevur ljóða at Fíggjarmálaráði hevur avgjørt at selja bygningin á Stongunum sum nú stendur tómur.
Mikudagin fingu vit so fatur á landstýrismanninum í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, sum segði at hann hevði steðga ætlanunum at selja bygningin.
– Í seinastu viku fekk eg áheitan frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í Fiskivinnumálum, um at teir høvdu ætlanir um at útvega hølir til Trygdarmiðstøðina sum í løtuni húsast í leigaðum hølum á Bøgøtu í Klaksvík.
– Eg havi síðani avgjørt at bíðja við søluni meðan fiskimálaráði kannar møguleikarnar fyri at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík kann flyta norður á Stengurnar.
Bjørn Kalsø sigur í viðmerking at Trygdarmiðstøðin sjálv hevur havt ynski um at fáa hesi høli, og tí verður nú kannað um bygningurin er egnaður til endamálið.