Olivur Joensen hevur í leiðaranum í Norðlýsinum tann 16. September, undir yvirskriftini “Trygdarskeið – ein forðan hjá fiskivinnuni?”, nakrar tankar um trygd á sjónum og tær forðingar tær kunnu hava fyri at fáa mannað skipini. Hann heldur at tað er løgi við háttinum, ið skal tryggja at tey sum virka á sjónum skulu vita “…hvat er upp og hvat er niður, tá ið um trygdina umborð ræður…”
Viðmerking til leiðarin hjá Norðlýsinum tann 16 september
Olivur Joensen hevur í leiðaranum í Norðlýsinum tann 16. September, undir yvirskriftini “Trygdarskeið – ein forðan hjá fiskivinnuni?”, nakrar tankar um trygd á sjónum og tær forðingar tær kunnu hava fyri at fáa mannað skipini. Hann heldur at tað er løgi við háttinum, ið skal tryggja at tey sum virka á sjónum skulu vita “…hvat er upp og hvat er niður, tá ið um trygdina umborð ræður…”
Hann tekur dømi fram um at tey stóru ferðamannaskipini, ið koma til Føroya, hava eini 2600 fólk umborð og manningin telur 600. Hansara uppfatan er at tey 600 vita hvussu trygdin er umborð “…ímeðan hini 2000 helst ikki vistu hvat ein bjargingarbátur var og so fram.”
Til hetta vil eg siga, at sjálvandi skulu tey 2000 ferðafólkini ikki hava somu venjing sum manningin. Manningin er jú umborð fyri at hjálpa og tryggja ferðafólkini. Eg havi í viðmerking til grein hjá Axel Hansen í juni 2013, júst greitt frá hví hetta sjónarmið ikki kann brúkast. Tað er munur á at vera ferðafólk og so vera tann sum skal tryggja at trygdin er í lagi. Skulu øll tey sum sigla við SSL hava trygdarskeið? Er tað ikki manningin umborð, sum kennir skipið og útgerðina, sum skal hjálpa ferðafólkunum?
Víðari nevnir Olivur at tað er onki krav um trygdarskeið fyri útróðrarbátar undir 15 tons. Her er i eg samdur við Olivur. Sjálvandi skuldu øll sum hava teirra starv á sjónum havt krav um trygdarskeið, og umborð á einum útróðrarbáti skuldi eisini verði krav um útbúgving í navigatión og motorlæru. Um hetta ikki er eitt krav skuldi hetta verði innført. Til frítíðarsiglara skuldi eisini eitt krav um skeið verði. Í Danmark er eitt sum verður kalla “Speedbådsprøven”. Hetta skeið varar eitt vikuskiftið og gevur grundleggjandi vitan um navigatión, motorlæru o.a. sum er neyðugt fyri at kunna føra bát. Hetta kundi eisini verði innført í Føroyum. Eitt tílíkt skeið kostar uml. 1000,- kr. og er galdandi í óavmarkaða tíð.
Síðani tekur Olivur fram at kravið um trygdarskeið gera at tað er torført hjá stórum útróðrarbátum og línuskipum at fáa manning. Hann ber fram at tað kostar einar 3000,- kr. at ogna sær eitt skeið og tað gongur út nakrar mánaðir eftir, og tí er tað “… ikki heilt ókeypis at hava eitt slíkt.” Hetta ger at uppilagstir sjómenn ikki kunnu “…rætta einum skipara ella útróðrarformanni eina hond tætt uppundir at skipið ella báturin skal til fiskiskap.”
Her manglar Olivur vitan. Hevði hann hugd inn á heimasíðuna hjá Sjónám, Navit ella Vinnuháskúlanum kundi hann sæð, at trygdarskeið er galdandi í 5 ár. So tað er beinleiðis skeivt tá Olivur sigur at trygdarskeiði bert er galdandi í nakrar mánaðir. Prísurin á 3000,- er heldur ikki so høgur. Um vit siga at ein ferð til skips fyrstu ferð sum 20 ára gamal og siglir til pensjónsaldur 67 ár, er neyðugt at takað trygdarskeið 10 ferðir. Tað gevur eina samlaða útreiðslu uppá 30.000,- kr. Hetta svara til at sigla ein góðan mánað fyri minstuløn, sum í løtuni er 900 kr. um dagin. Eisini hava manningarfeløgini fingið inn í sáttmálarnar at reiðarin rindar trygdarskeiði tá maður/kvinna hevur verði í starvið í 12 mánaðir. Um vit nú taka ein uppilagstan sjómann um 60 ár, so er tað ein eingangs útreiðsla uppá 3000,- kr., men so hevur hann eisini møguleika fyri at rætta eina hjálpandi hond í 5 ár.
Til seinast tekur Olivur dømi um, at umborð á Norrønu eru tað yvirmenninir, ið geva frálæru til nýggj fólk í trygd umborð. Hann sigur at hesir yvirmenn hava somu prógv sum teir sum sigla við útróðrarbátum, og tí kundi bátsformaðurin á einum útróðrarbáti kunnu givið frálæru í trygd umborð.
Aftur her fer Olivur skeivur. Tað er sera stórur munur á vinnubrævinum í er krav fyri eitt stórt ferðamannaskip og ein 40 tonsara. Fyri tað fyrsta er tala um tvey sløg av vinnubrøvum eitt er til handilsskip og eitt er til fiskiskip. Handilsskip hava internationalar sáttmálar at halda seg til, meðan ongi international krøv eru til fiskiskip. So tað eru ymisk krøv til hesi bæði sløgini av vinnubrævið. Fyri tað næsta er stórur munur á hvussu leingi ein skal hava siglt fyri at fáa vinnubrævið. Leysliga mett tekur tað eini 3 ár longri at fáa vinnubrævið, sum er krav fyri Norrønu enn tað er fyri ein 40 tonsara.
Hesini hátturin ið leiðarin er skrivaður við, vísur hvat nógvir føroyingar halda um trygd á sjónum. Nógv halda at tað bara er til boga fyri skipið, og tað ikki er neyðugt við allari hesi trygdini. Eg kann siga frá egnum royndum, at tað er sera stórur munur á hvussu tað verður sæð uppá trygd umborð á handilsskipið og fiskiskipið. Fiskiskip eru eftirbátur tá tað kemur til trygd. Tað er sjáldan tíð til venjingar tí tað tekur tíð, sum annars kundi verði brúkt til fiskarí. Tað manglar enn ein hugburðsbroyting til trygd umborð á fiskiskipið. So nei Olivur. Trygdarskeið er ikki ein forðan hjá fiskivinnuni. Um nakað skuldi tað verður gjørt meira við trygdina umborð.
Petur Mohr
Nord Mermaid




