Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggingarfelagið Føroyar flytur í nýggj høli í Saltangará

Danial Viðoy

Tíðindaskriv: Deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Saltangará flutti í dag, mánadagin 30. januar inn í bygningin hjá Eik Banka á Heiðavegi 17 við somu starvsfólkum sum áður. Feløgini fara í framtíðini at húsast í felagshølum. Almenn móttøka verður 3. februar, kl. 15.00-17.00.

Fyri at veita viðskiftafólkunum í TF Holding samtakinum bestu tænastuna, er avgjørt at víðka um tvørgangandi samstarvið í samtakinum. Fyrsta stigið í hesum víðkaða samstarvi var at flyta deildirnar í Klaksvík undir sama tak. Næsta stigið er at flyta deildirnar í Saltangará saman.

Sostatt verða Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, Inni og Eik Banki øll undir somu lon í Saltangará. Øll núverandi starvsfólk á deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Saltangará fara at halda fram í sínum starvi, nú tey flyta inn í hølini á Heiðavegi.

Fríggjadagin 3. februar, kl. 15.00-17.00, verður almenn móttøka í samanlagdu hølunum, har Sjókaféin borðreiður við onkrum leskiligum og Kári Sverrisson spælir nøkur løg. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Meðan deildirnar í Klaksvík og Saltangará nú eru fluttar, so verður deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón á Tvøroyri verandi á sama stað. Herfyri samtykti nevndin í TF Holding, at farast skal undir at byggja nýtt høvuðssæti, ið skal húsa øllum TF Holding samtakinum. Nýggja høvuðssætið, sum fer at liggja í Havn, verður væntandi klárt at flyta inn í um góð trý ár.