Sigmund lá tættast við og í løtuni royna vit hesa loysnina og so mugu vit fáa at síggja, hvussu tað fer at roynast, sigur Virgar Dahl, ið er deildarstjóri í Tryggingarfelag Føroya.
Virgar Dahl frá Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at Sigmund var besta og skjótasta loysnin til at sleipa Jákup B.
Jákup B, sum liggur nærhendis Flemish Kap við maskinskaða, verður í løtuni sleipaður av línubátinum Sigmund. Hetta er loysnin, sum Tryggingarfelag Føroya valdi, tí tað var skjótasta og besta loysnin, sigur Virgar Dahl, ið er deildarstjóri á sjódeildini hjá tryggingarfelagnum.
– Støðan í løtuni er, at Sigmund sleipar Jákup B og so mugu vit síggja, hvussu tað fer at ganga. Hetta var besta loysnin, tí Sigmund var tætt við Jákup B, meðan tað hevði tikið minst 6 dagar hjá nøkrum øðrum at siglt yvir. Man arbeiðir altíð við øðrum loysnum, men í løtuni royna vit hesa loysnina og so mugu vit síggja, hvussu tað fer at virka. Ein má eisini hava virðing fyri øllum pørtunum í málunum, ið royna at gera sítt besta fyri at bjarga støðuni, sigur Virgar Dahl við Norðlýsið í kvøld.




