Framtíðarætlanir í sambandi við, at eg havi tikið avgerð um at takað við afturvali á aðalfundi FSF’s 1. mars 2008.
Eins og undanfarin ár fer stórur dentur at verða lagdur á at hava støðug, trygg og savnandi viðurskifti innan FSF, millum FSF og limafeløgini og limafelagana millum, og at Fótbóltssambandið skal verða savnandi. Hetta er alneyðugt fyri at røkka teimum málum, sum stungin verða út í kortið.
Alsamt eiga vit at tryggja okkum, at fíggjarinntøka og virksemi FSF’s fylgjast hond í hond, soleiðis at skilja, at tað er avgerandi, hvussu Fótbóltssambandið megnar at betra um fíggjarinntøkuna frá ymsum málbólkum, fyri á tann hátt at kunna økja um virksemi bæði rakstrarliga og íløguliga.
Framtíðar visiónir
Fíggjarútlit
Miðað verður eftir at økja fíggjarinntøku FSF munandi komandi árini, soleiðis at FSF verður ført fyri at menna samlaða føroyska fótbóltin, tað verði seg at stimbra feløgini fyrisitingar- og íløguliga, og at menna sjálvt FSF og virksemi, sum FSF stendur fyri, samlaðum føroyskum fótbólti at frama.
Økt inntøka skal m.a. fáast frá:
UEFA – partur av inntøka frá EM-finaluumførum og Champions League
FIFA – partur av inntøku frá HM-finaluumførum
Sjónvarps- og útvarps rættindum
Føroya Løgting – sum partur av afturbering í sambandi við økta virksemi hjá FSF
Tjóðarleikvøllur
Vit í Fótbóltssambandinum eru á einum máli um, at umstøðurnar at leika altjóða fótbóltsdystir í Føroyum í løtuni ikki eru nøktandi. Tí er neyðugt, at Fótbóltssambandið sjálvt tekur stig til eina meira langsiktaða framtíðarætlan, soleiðis at tørvurin innan hetta økið verður nøktandi og á einum altjóða kravdum støði
Fótbóltssambandið hevur lagt hugskotið til verkætlanina fram fyri størstu samstarvsfeløgum FSF’s, FIFA, UEFA, Sportfive, høvuðsstuðlum, fótbóltsfeløgunum, Tórshavnar Býráð v.m., og hevur FSF fingið fulla undirtøku frá øllum til framhaldandi arbeiði við verkætlanini.
Nú fyrsta runda er av, og vit frá samstarvsfeløgunum hava fingið fulla undirtøku fyri ætlaðu verkætlanini – byggjan av tjóðarleikvølli – fótbóltsstadion til umleið 8.000 áskoðarar, hevur FSF søkt Tórshavnar Býráð um lendi til byggjan av nýggjum tjóðarleikvølli. Vit halda, at staðsetingin hevur sera stóran týdning fyri framtíðar virksemi hjá føroyskum fótbólti, og eru okkara ynski í samband við staðseting v.m hesar:
At tjóðarleikvøllurin verður ein sjálvstøðug eind, og vil tað siga, at tjóðarleikvøllurin ikki verður tengdur at øðrum verkætlanum, men at Fótbóltssambandið skal eiga, umsita og reka tjóðarleikvøllin.
At samlaða víddin á lendinum, sum Fótbóltssambandið ynskir at ráða yvir, verður umleið 50.000m2, og at lendið verður frámatrikulerað til serstakt matrikul, og leigusáttmáli verður gjørdur millum Tórshavnar Kommunu og Fótbóltssambandið fyri umleið 50 ár.
At lendi liggur infrastrukturelt væl fyri. Her verður hugsað um, at høvuðsferðsluæðr má liggja fram við tjóðarleikvøllinum, til dømis ferðsla vestan- og norðaneftir og suðureftir og samstundis gott samband við miðstaðarøkið í sjálvari Havnini.
At plássið, sum valt verður, er rímuliga veðurgott. Sjálvt um ætlanin er, at tjóðarleikvøllurin skal verða innilokaður, t.v.s. tak yvir øll setur, meta vit tað vera neyðugt at hava veðrið í huganum, so sleppast kann undan møguligum avlýsingum v.m. vegna vind.
Ætlan okkara er at arbeiða so skjótt sum tilber, og miðað verður eftir, at samlaða verkætlanin verður liðug um 4 ár.
Við nýggja tjóðarleikvøllinum ynskir FSF at flyta føroyskan fótbólt eitt stórt stig framá.
Tjóðarleikvøllurin skal m.a. hava:
· FIFA Star 2 góðkent graslíki – so leikast kunnu allir altjóða dystir á vøllinum
· Hiti í vøllinum – so sleppast kann undan frosti
· Sjálvirkandi væting av vøllinum – so sleppast kann undan vandamiklum vølli
· Ljósanlegg – so tað altíð skal bera til at leika dystir á vøllinum
· Góðar umstøður til leikarar, venjarar og dómarar, í sambandi við umklæðing og sosialt
· Áskoðarapláss til umleið 8.000 áskoðarar
· Øll sitipláss verða undir taki
· Góð fjølmiðlaviðurskifti
· Pláss verður fyri at allir áskoðarar sleppa undir tak, tá komið verður til dyst, og at veita áskoðarunum góðar sømdir
· Ymisk móttøkuhølir – til feløgini, fyrrverandi landsliðsleikarar, leiðarar og VIP
· Pláss til barnaansing, tá dystir og tiltøk eru
· Pláss til fyrisiting FSF’s, goymslu v.m.
· Góð parkerings viðurskifti
Nýtsla
· Landsdystir hjá øllum landsliðunum
· Størri finaludystir í steypakappingum
· Altjóða dystir hjá føroyskum feløgum
· Mini EM-undankappingar
· Venjingarlegur hjá útlendskum liðum v.m.
· Miðstøð hjá øllum landsliðum FSF’s – í løtuni eru 8 landslið – venjingar, samlingar v.m.
· Miðstøð fyri leikaramenning
· Tekniskt og fysiskt sentur
· Útbúgvingarvirksemi
· Fyrisiting
· Heimavøllur hjá onkrum føroyskum felagi
Íløga
Umleið 130 mill. kr.
Fígging
Ætlanin er at samanseta fíggingina soleiðis:
Stuðul frá Føroya Landsstýri
Stuðul frá Tórshavnar Kommuna
Lántøka
Eginpeningi uppá umleið 35%
Jaligir avleiðingar
Við tað at Fótbóltssambandið tekur hetta stóra tak, hevur hetta somuleiðis við sær m.a.:
· at fótbóltsfeløgini í høvuðsstaðnum fáa møguleikar til munandi økt virksemi í Gundadali
· at FSF minst møguligt skal verða í kapping við fótbóltsfeløgini um pláss á vøllunum í høvuðsstaðum og aðrastaðni.
· at møguleiki verður fyri, at fótbóltsfelag kann hava heimavøll á nýggja tjóðarleikvøllinum
· at samlaða virksemi hjá FSF verður á einum stað og kann mennast
· at føroyskur fótbóltur sum heild fær betri og meira skipaði viðurskifti
Útbúgving:
Fótbóltssambandið er partur av Útbúgvingarkonventiónini hjá UEFA og er góðkent til A-licence, og verða nógv og góð og mennandi venjaratilboð í 2008 og framyvir.
Dómarakonventiónin
Arbeitt verður í løtuni við at tillaga viðurskiftini her heima hjá okkum soleiðis, at Fótbóltssambandið innan ikki alt ov langa tíð kann fáa UEFA viðurkenning, og gerast limur av UEFA dómarakonventiónini
Fótbóltssambandið hevur sett fólk við serkunnleika at taka sær av uppgávuni, og UEFA hevur útnevnt fólk at samskifta við FSF um hesi viðurskifti. Vit hava stórar vónir til verkætlanina og eru sannførdir um, at hetta fer at bøta um viðurskifti dómaranna og viðvirkandi til alsamt hækkandi støði, og at fyrisitingarligu mannagongdirnar koma í tryggari legu.
Grassroots Charter
Fótbóltssambandið hevur arbeitt við upptøku í UEFA Grassroots Charter, og varð upptøkan endalig 31. janur 2008, tá skjalið varð undirskrivað í Zagreb í Croatia. FSF hevur valt eina Grassrootsnevnd. Nevndin fer til verka fyrsta dagin.
Sambært Grassroots kortinum er grassroots fótbóltur allur fótbóltur, sum ikki er professionellur og sum ikki er elitu fótbóltur. Allur barnafótbóltur er grassrootsfótbóltur, øll sosial tiltøk, t.d. fótbóltsskúlar ella fótbóltur/tiltøk fyri brekað, er grassrootsfótbóltur. Í føroyskum høpi meta vit, at alt er grassroots fótbóltur undantikið Formuladeildin og
1. deild menn. Kvinnudeildin er nokk ein blandingur.
Endamálið við UEFA Grassroots programminum er at stimbra grassroots fótbóltin, verja grassroots fótbóltin og menna grassroots fótbóltin
Grassroots programmið fevnir um hesi øki: Grassroots strukturin hjá Fótbóltssambandinum, leikara program, leiðara program, summarfótbóltur, sosialur fótbóltur (t.d fótbóltur fyri brekað
Nú FSF er vorðið partur av UEFA Grassroots Charter, hevur FSF í fyrstu atløgu fingið 1 stjørnu, fáast kunnu í mesta lagi 5 stjørnur.
Hevur tú 5 stjørnur, ert tú ovast á stiganum, og vil tað siga, at tá uppfyllur tú øll krøvini í Grassroot Charter, t.d. eisini tilboð til avlamin á ymiskum økjum. Arbeitt verður við at fáa fleiri stjørnur, og kunnu kanska tvær tær næstu longu náast í hesum árinum.
Leikaramenningin
Leikaramenningin verður eisini útbygd í 2008, soleiðis at tveir aldursbólkar koma at vera við, 11-12 ára gamlir og 13-14 ára gamlir dreingir. Hetta setir sjálvandi stór krøv til Fótbóltssambandið. Fólk við góðum venjaraførleika skulu setast við, og fígging skal útvegast til hetta virksemi.
Leiðsluskeið
Krøvini til leiðslu av feløgunum og umsiting annars krevur alsamt meiri hegni, vitan og orku. Í grannalondunum er vanligt, at skeið verða boðin út fyri at menna feløgini. Ætlaninin er bjóða feløgunum til ymisk skeið/temakvøld innan ymisk evni, t.d:
· fjølmiðlaábyrgdarskeið
· skeið fyri trygdarstjórar
· skeið fyri starvsfólk í feløgunum, og sum verða lønt úr MAFF grunninum
· harafturat er ætlanin at fáa eitt leiðsluskeið á skránna.
Menning av fótbóltsfeløgunum
FSF kemur í 2008 og framyvir at seta fleiri pengar av til MAFF-grunnin, og sum ætlanin er skal brúkast til fyrisiting og íløgur hjá feløgunum. MAFF stendur fyri menning av fótbóltsfeløgunum.
Í løtuni verður peningur latin eftir ávísum leisti til starvsfólk í fyrisiting hjá feløgunum, og verður hetta galdandi fyri 2008.
Frá 2009 er meiningin, at feløgini eisini skulu hava møguleika fyri at søkja um pening úr MAFF grunninum til íløgur, enn er ikki avgjørt, hvussu hetta skal skipast, og hvør upphædd verður latin og hvørjar treytirnar annars verða..
Altjóða samstarv
Í løtuni hevur føroyskur fótbóltur umboðan í trimum nevndum innan UEFA og einari nevnd í FIFA. Afturat hesum hava Føroyar 1 FIFA dómara og 3 FIFA-hjálpardómarar og 1 UEFA dómaraeygleiðara.
Vit eiga alsamt at arbeiða fyri at fasthalda og menna hesa umboðan, og fara vit eisini at kanna møguleikan fyri samstarvi við FIFA og UEFA um gransking innan føroyskan fótbólt.
Somuleiðis hevur Fótbóltssambandi Føroya í langa tíð havt sera gott norðurlanda samstarv innan øll øki, og er tað av alstórum týdningi, at hetta samstarv verður varðveitt og ment.
Óli Holm, FSF forseti




