Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygvi fingið nýtt starv

Jákup Ósá

Trygvi Mortensen heldur fram sum venjari í Effodeildini.

Á leikarafundi fyri løtu síðan, avdúkaði formaðurin í 07 Vestur, Jim Sonni Guttesen, nýggja venjaran hjá EFFO-liðinum, Trygva Mortensen. Tað skrivar heimaasÍðan hjá 07Vestur.

Trygvi Mortensen úr Runavík hevur eina drúgva venjarakarrieru aftanfyri seg. Hann hevur verið mest aktivur í NSÍ, men hevur eisini vant EB/Streym, KÍ, B68, og seinasta árið í AB. 49-ára gamli venjarin hevur heili 207 EFFO-dystir í ryggsekkinum.

Við hópin av ungum leikarum, og einum venjara, sum trýr uppá kósina, vit hava stungið út í kortið, síggi eg sera positivt uppá framtíðina, sigur Jim Sonni Guttesen, formaður í 07 Vestur við heimasíðuna hjá felagnum
Harleywoodpaint