Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygvi & Flossi í dagførdum hami

Tíðindaskriv

Í kvøld verður nýggjur Trygvi & Flossi teknifilmur at síggja áðrenn veðurtíðindini í Kringvarpinum. Hetta er fyrsti teknifilmurin í einari røð av 9 nýggjum teknifilmum, har jassarnir báðir eru latnir í ein dagførdan og meira tíðarhóskandi ham.

Í kvøld verður nýggjur Trygvi & Flossi teknifilmur at síggja áðrenn veðurtíðindini í Kringvarpinum. Hetta er fyrsti teknifilmurin í einari røð av 9 nýggjum teknifilmum, har jassarnir báðir eru latnir í ein dagførdan og meira tíðarhóskandi ham.

Nýggj og munandi betri 3D animatiónstøkni verður eisini nýtt til at framleiða nýggju røðina av teknifilmum. Hetta fara vit m.a. at síggja aftur í teknifilmsheiminum, sum Trygvi & Flossi búgva og leika í. Hesin heimur fer framyvir at síggja munandi meira “veruligur” út enn hann gjørdi áður.

Í komandi filmum fara vit eisini at hitta nýggja hundin hjá Flossa, ið sambært almennari Facebook kapping hevur fingið navnið: Klossi.

30 teknifilmar tilsamans
Síðan Trygvi & Flossi fyrstu ferð trinu inn í stovuna hjá føroyska sjónvarpshyggjaranum, eru 21 teknifilmar framleiddir við kúllunum báðum. Sostatt verða heili 30 ymiskir teknifilmar við Trygva & Flossa, tá seinasta røðin er liðugt framleidd.

Gallup kanning vísir, at føroyingum dáma væl teknifilmarnar
Føroyingar hava tikið væl ímóti Trygva og Flossa. Gallup kanning í fjør vísti, at á einum stiga frá 1 til 10, har 10 er framúrskarandi, er miðaltalið heili 7 fyri, hvussu væl føroyingum eldri enn 15 ár dáma teknifilmarnar í Kringvarpinum. Føroysk børn vóru ikki við í hesi kanning. Hóast teknifilmarnir upprunaliga ikki vóru framleiddir til yngsta málbólkin, so hevur tað víst seg, at børnini hava tikið teir serliga væl til sín. Mong foreldur siga, at børnini ikki vilja í song, fyrr enn verðurtíðindini hava verið í sjónvarpinum.

Endamálið við filmunum er at geva føroyskum sjónvarpshyggjarum góð ráð um tryggleika og ymiskar vandastøður. Gallup kanningin í fjør vísti eisini, at miðaltalið var 6,5 fyri, hvussu viðkomandi fólk hildu evnini í filmunum vera fyri tey.

Tað er marknaðardeildin hjá TF Holding og íslendska animatiónsfyritøkan Sitrus, ið hava skapt Trygva og Flossa og sum framleiða allar teknifilmarnar.