Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygvi Mortensen til KÍ

Norðlýsið

KÍ hevur gjørt avtalu við Trygva Mortensen um, at hann skal venja 1. deildarliðið hjá felagnum næsta kappingarár

KÍ styrkir sær nú um venjarahópin við enn einum dugnaligum og royndum venjara. Tað er runavíkingurin Trygvi Mortensen, sum næsta kappingarár skal hava ábyrgdina av 1. deildarliðnum hjá KÍ. 

KÍ hevur lagt eina nýggja ætlan fyri arbeiðið við teimum ungu spælarunum í felagnum, og í hesum sambandi fær 1. deildarliðið ein avgerandi leiklut. 

Frammanundan er tað greitt, at Tony Paris verður venjari hjá Formulaliðnum, og har verður Eyðun Klakstein hjálparvenjari. Pætur Clementsen er settur sum ungdómsvenjari. 

Trygvi Mortensen er 39 ára gamal, og hann hevur hægstu venjaraútbúgvingina. Trygvi hevur í fleiri umførum verið venjari hjá besta liðnum hjá NSÍ, og hann hevur eisini vant EB/Streym og B68. 

Fríggjadagin 1. desember kl. 9.30 verður sáttmálin millum KÍ og Trygva Mortensen undirskrivaður í Café KÍ, og tá eru fólk vælkomin at verða til staðar og at heilsa upp á nýggja venjaran.