Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trýstfløska sprongdist á Brennistøðini á Hagaleiti

John William Joensen

Fríggjadagin var ein spreinging á brennistøðini á Hagaleiti. Orsøkin var ein lítil trýstfløska.

Brenniovnurin fekk ikki stórvegis sjónligan skaða í hesum føri, men brenningin mátti steðga í níggju tímar. Trýstfløskur skulu latast inn sum vandamikið burturkast og ikki til brenning.
 
Fríggjadagin klokkan 11.52 fekk vaktarmaðurin á  brennistøðini á Hagaleiti ein rættuligan skelk, tá ein hvøllur brestur var á brennistøðini. Hann var beinan vegin greiður yvir, at okkurt óvanligt var komið í ovnin.
Á eftirlitsskýggjanum sá hann, at bálið var mestsum køvt. Tá hann hugdi út í ovnhøllina, sá hann, at ein av lúkunum á ovninum var sprongd upp og at sótstøv og  roykur spríkti út millum samankomingar og lúkur.
Í slíkum føri ræður fyrst og fremst um at fáa tamarhald aftur á brennigini í ovninum. Innfýringin av burturkasti varð steðga, og luftskipanin lagað til útbrenning, so bálið kundi brenna liðugt og ovnurin kólna. Hóast eftirlits­upptøkutólið hevði fingið nakað av skaða, sást tó so frætt, at múrverksklæðingin í ovninum ikki hevði fingið stóran skaða..
Tá ovnurin eftir fýra tímum var kólnaður so frætt, at høvuðslúkan kundi latast upp, kundi staðfestast, at ovnrúmið ikki hevði fingið stórvegis sjónligan skaða. Eisini varð staðfest, at ein sprongd trýstfløska, sum tá var komin fram á seinastu rist í ovninum, var orsøkin til hvølla brestin á middegi.
Eftir at hava kannað lúkur og útgerð varð ovnurin hitaður upp aftur og um níggjutíðina um kvøldið varð aftur brent sum vanligt. Í vikuskiftinum komu tó nakrir steinar av sokallaða múrboganum niður í øskubingjuna, men mett verður, at ovnurin kann vera í drift til næsta ætlaða steðgin um nýggjársleitið.
Orsøkin til brestin var ein sjey litur 200 bar trýstfløska. Fløskan hevur helst verið brúkt til roykkavaraútgerð og hevur helst ligið í einari bingju, sum er ætlað til burturkast, ið skal brennast. Av tí at hitin í ovninum liggur um 1000 stig, brestur fløskan, um trýstið í henni frammanundan brenning bert var nakrar fáar atmosferur, bæði tí at trýstið í fløskuni hækkar og tilfarið viknar av hitanum.
Trýstfløskur skulu als ikki latast IRF sum burturkast, ið skal brennast, men sum vandamikið burturkast.
Fløskur av hesum slag eru væl merktar. Hóast fløskan skrædnaði eftir allari longdini, bar til at lesa allar upplýsingarnar á henni.