Jóannes Jakobsen, fótbóltsviðmerkjari, væntar, at eitt Víkinga lið, sum stendur á gáttini til at blíva føroyameistari, kann hava so stórt trýst á sær og so truplan dyst, at liðið floppar sunnudagin á heimavølli. Tí teir vita, at KÍ eftir øllum at døma vinnur sín dyst á heimvølli.
– Men tað kann vera, at B36 ikki megnar at skapa vera nóg avgerandi í seinasta triðinginum á vøllinum og tí kann Víkingur kontra, sigur Jóannes Jakobsen, sum sigur, at hann væntar ein javnleik í avgerandi dystinum fyri Víking sunnudagin í Sarpugerði. Hann staðfestir tó, at tað veldst eitt sindur um, hvørs B36 leggur nóg nógv fyri í dystinum.