Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trýstspulari til sløkkilið

Oliver Joensen

Leygardagin 10 november, var áhugaverd framsýning fyri sløkkiliðsfólki á økinum hjá Trygdarmiðstøðini við Borðoyarvík.

Landsfelag Sløkkiliðsmanna hevði aðalfund í Klaksvík 10. november, og í tí sambandinum vóru einir 50 sløkkiliðsmenn úr øllum landinum savnaðir í Klaksvík.
Søren Djurhuus, sum var ein av fyrireikarunum, hevði borið so í bandi at ein áhugaverd framsýning av einum forvítnisligum trýstspulara var fyrireikað.
Trýstspularin er ætlaður sum eitt hjálpitól hjá sløkkiliðsmonnum. Trýstspularin kann nevniliga senda eina 300 bar strálu ígjøgnum betongvwegg, stálkontainara ella eina 23 mm tjúkka stálplátu og inn í eldin.
Hetta ger, at tólið kann nýtast til at køla niður inni í rúmum har eldur er í áðrenn roykkavarar fara inn at sløkkja liðugt.
Undirstrikað var, at tólið er ikki ætlað til einsamalt at sløkkja eld við, men hinvegin til at hjálpa sløkkiliðsmonnum at koma skjótari til eldin, við at køla niður og partvíst sløkkja.
Myndirnar sýna tólið í arbeiði. Sagt varð, at øll útgerðin kiostar minni enn hálva millión, tá bilurin, sum útgerðin er monterað í, er roknaður við. Sagt var eisini, at við lýsta effektivitetinum, kann trýstspularin hava slangu ámonteraða, soleiðis at røkkast kann 300 metrar út.