Arbeiðsøki:
Sum leiðari á el-deildini hevur tú ábyrgd av el-verkstaðnum og teimum handverkarum og lærlingum, ið starvast har, og ábyrgd av teimum projektum/arbeiðum, sum hoyra
til deildina. Tú hevur tætt samskifti við kundar og veitarar hjá fyritøkuni.
El-deildin veitir tænastur til skip, aling, virkir, stovnar,privat o.a.
Vit vænta at tú sum leiðari:
• hevur útbúgving innan el-fakið ella líknandi og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir.
• kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert skipaður hóast nógvar uppgávur eri í senn, ert jalig/ur, og dugir at samstarva.
• dugir væl at samskifta.
• dugir at seta kundan í hásæti.
• hevur ynski at menna teg og títt arbeiðsøkið.
Starvið, løn og treytir:
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tlf. 565640 ella umvegis teldupost jol@tts.fo
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. Januar 2017 og sendast til jol@tts.fo ella til:
Sp/f TTS
Postboks 94
FO-710 Klaksvík
Att: Jákup Oluf á Lakjuni
TTS er ein fyritøka, sum veitir tænastur inn el- og smiðjufakið til privat og vinnulívið. Í fyritøkuni starvast áleið 35 fólk




