Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tummas J. Lervig: Nógv fólk tóku ábyrgd

Jákup Ósá

Formaðurin í KÍ vil enn einaferð senda ein tøkk til tey mongu fólkini, sum gjørdu eitt fantastiskt arbeiði við Djúpumýru seinasta summar, tá ársins fyrstahjálp 2015 var framd.

Í dag fingu fýra fólk heiðurin ársins fyrstuhjálparar 2015 fyri hending í Klaksvík, tá 07Vestur leikarin Karl Mouritsen fekk hjartasteðg, men í støðuni bleiv bjargaður. Les meir um tað HER. Tummas J. Lervig fegnast um, at tað gekk so væl hendan dagin.

– Tað er ein samanblanding av, at tey røttu fólkini eru á rætta staðnum tað rætta tíðspunktið. Hetta var eitt fantastiskt avrik, har nógv fólk tóku ábyrgd í einari sera kritiskari støðu. Ikki bara hesi fýra fólkini, men mong onnur, sum vóru á vøllinum hendan dystin, sigur Tummas J. Lervig.

Myndin er av Joan Hovgaard, Tummas J. Lervig, sum bæði vóru millum teir fýra ársins fyrstuhjálparar 2015, og Karl Mouritsen saman við sínum foreldrum.