Sálarsjúk skulu hava góð og fjølbroytt viðgerðartilboð í føroyska heilsuverkinum og samfelagnum sum heild. Neyðugt er tí, at økið verður munandi uppraðfest komandi árini, eisini við virknis og bústaðartilboðum.
Sálarsjúkur eru so ymiskar og fevna frá t.d. etingarólagi og lættari tunglyndi til álvarsamari sjúkur. Tí er týdningarmikið, at tilboðini til sálarsjúk eru ymisk og lagaði til tørvin hjá hvørjum einstakum. Avvarandi skulu eisini vera við í viðgerðarmyndini, og avvarandi skulu hava tilboð um ráðgeving.
Sálarsjúk í Føroyum hava í langar tíðir havt óvirðiligar umstøður, og psykiatriin hevur ikki verið raðfest. Men síðani Javnaðarflokkurin fekk ábyrgd á hesum øki, eru stór framstig hend og lunnar lagdir undir menning av neyðugum fjølbroytni av føroyskari psykiatri, bæði tá talan er um sosialpsykiatri, økispsykiatri, barna- og umgdómspsykiatri og viðv. útvegan av sambýlum.
Á yvirskipaðum stigi er neyðugt at vraka gomlu psykiatrilógina frá 1938. Ein nýggj og dagførd psykiatrilóggáva skal setast í gildi sum skjótast, sum byggir á meginreglur frá dagsins samfelagi.
Tummas Lervig
listi C




