Gongst sum ætla, so verður fyrsta skoti latið av í samband við Norðoyatunnilin seinni í ár. Hetta verður ein kollvelting fyri okkum norðingar uppá nógvar mátar.
Greinina hevur Tummas Pauli Mýri skrivað.
Um rætt verður borið at, so kann tað økta íbúgvaraupplandi merkja, at virksemi kann skapast í Klaksvík, ið annars ikki vildi ligið her.
Sum støðan er í dag, so eru norðingar eftirbátar við ítróttarhallum um vit samanbera okkum við restina av Føroyum. Á hesum økinum kann Norðoyatunnilin gerast eitt jarnbroti ið fær okkum undir at byggja eina nýggja ítróttarhøll.
Í Føroyum eru einar 16 ítróttarhallir, ið merkir at í meðal eru tað knapp 3.000 fólk til hvørja ítróttarhøll. Her norðuri hava vit eina høll til knapt 6.000 íbúgvar, og kunnu øll tey ið íðka innandurðaítrótt, verið tað hondbólt, flogbólt, fimleik, o.s.fr. taka undir við at núverandi støðan ikki er nøktandi.
Um ein høll var bygd afturat í Norðoyggjum, so vildu vit komi á sama støði sum restina av Føroyum, um ein roknar íbúgvar per ítróttarhøll.
Við at byggja eina ítróttarhøll afturat í Klaksvík kunnu vit skapa nakað serstakt í føroyskum høpi.
Ímyndar ein sær, at tann nýggja ítróttarhøllin verður bygd føst í sunnara enda á KÍ-høllini so hevði ein eitt einastandandi høli – stórsta arealið undir einum taki í Føroyum – til at skipa fyri stórum tiltøkum, verið tað ítróttarkappingar, sølustevnir, framførslir v.m.
Við at taka tær røttu avgerirnar nú so kunnu vit skapa fortreytir fyri at eysturoyingar fara standa í kø fyri at sleppa ígjøgnum Norðoyatunnilin, norð til áhugaverd tiltøk í Klaksvík
Eg meti tí at ein arbeiðsbólkur burdi verið settur fyri at kanna møguleikan fyri eini slíkari bygging mannaður við ítróttarfeløgunum, kommununi og øðrum áhugabólkum.




