Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Túnadansur í Klaksvík

(Erik Biskopstø)

Tað verður boðað frá góðveðri og fyrireikararnir lýsa nú, at frá klokkan 21 leygarkvøldið og til út á midnátt verður “syngið við løta” og túnadansur við Karl Martin og co.

Tónleikur og undirhald verður í Leikalandinum frá morgunstundini, men nú verður skráin tambað heilt inn í junimánað. Spennandi og øðrvísi familjutiltakið á Ziskatrøð í Klaksvík, sum byrjar frá morgunstundini 31. mai, fer at enda við hugnaligum túnadansi, har frægir menn sum Karl Martin Samuelsen, Hans Hjalti Skaale og fleiri fara at syngja slagarar teir allarseinastu tímarnir av tí sólríka og hendingaríka maimánaðinum.