Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunglynd fingu eina lætta løtu í gjár

Danial Viðoy

Tunglyndi, sálarligt órógv, strongd og annað er partur av dagsins samfelag, og er hetta ein sannroynd. Tað eru kreftir í samfelagnum, sum eru við til at hjálpa hesum. – Eitt nú við eini hugnaløtu á Háskúlanum í gjár, har borgarstjórin av øllum borgarstjórum vitjaði.

Tunglyndi, sálarligt órógv, strongd og annað er partur av dagsins samfelag, og er hetta ein sannroynd. Tað eru kreftir í samfelagnum, sum eru við til at hjálpa hesum. – Eitt nú við eini hugnaløtu á Háskúlanum í gjár, har borgarstjórin av øllum borgarstjórum vitjaði.

Tíðindaskriv frá Tórshavnar Kommunu:

Almannaverkstjórin Edvard Heen og borgarstjórin Heðin Mortensen vóru í morgun bodnir til eina hugnaliga løtu á Føroya Háskúla. Boðið var til morgunsang og eina samkomu í skúlastovuni.

Høvið var, at 17 fólk úr øllum landinum, sum flestøll hava tunglyndi og sálarligt órógv til felags, sum flestu vitja á verustaðnum í Norðragøtu, eru nakrar dagar á háskúlanum við undirhaldi, handarbeiði, útferðum o.ø. Ein lítil framsýning av handarbeiði og málningalist var eisini, og Heðin og Edvard fingu hvør sína gávu heim við til konurnar.

Hesi 17 eru merkt av eitt nú ótta fyri at fara út og vera saman við øðrum. Tey búgva øll heima, hjá maka ella foreldrum, einsamøll ella á sambýli. Tey hava ikki fast arbeiði, men fáa fyritíðarpensjón.

Snorri Brend, sum beyð vælkomin og greiddi frá, segði m.a., at tey við hesum skeiði ynskja at fyrihalda tey til veruleikan, tí fleiri teirra hava ikki stóran “umgangskreds”, hyggja nóg illa eftir Degi og Viku, so hetta at hitta stjóran fyri Almannaverkinum og borgarstjóran var ein stórhending í teirra verð.

Tey hava annars vitjað ymsastaðni í Havnini og hava hugnað sær væl. Borgarstjórin beyð teimum eisini at síggja Ráðhúsið og Býráðssalin.

Harleyfacadeacryl