Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunlar norður um fjall: Loksins komu tølini

Absalon í Buð

Eftir í fleiri ár, bæði munnliga og skrivliga, at hava strongt á myndugleikan, at fáa til vega, eina veruliga teljing av ferðsluni norður um fjall (hevur verið, sum at sláa í dýnuni).

So glapp brádliga síðsta heyst. Hví júst tá, mugu Gudarnir vita??? Havi nú loksins nøkur tøl, at halda meg til.

Teljing gjørd frá 20/12 2015 fram til 29/6 2016. 166 døgn av 206 møguligum.

Dec. 22, jan. 29, feb. 29, mars 31, apr. 6, mai. 20 og juni 29 = 166 døgn

Í hesi 166 døgn koyrdu 190.788 akfør gjøgnum tunlarnar norð um fjall. Í meðal koyrdu 1149 akfør um døgnið.

Mánaða fyri mánaða er myndin hendan:

Dec. Í meðal 1015 um døgnið – Mest ferðsla 23/12 1397 – Minst ferðsla 25/12 637

Jan. – 1002 – 28/1: 1252 – 1/1: 584

Feb. – 1065 – 12/2: 1303 – 28/2: 708

Mars. – 1148 – 11/3: 1367 – 25/3: 773

apr. – 1259 – 4/4: 1350 – 2/4: 1151

Mai. – 1338 – 13/5: 1574 – 29/5: 1020

Juni. – 1329 – 3/6: 1578 – 19/6: 885

Av hesum 190.788 akførum, íð koyrdu ígjøgnum. Vóru 11.982 , 6,3% millum 5,8 -12,5 metur long. Og 849, 0,5% yvir 12,5 metrar. Í meðal koyrdu í mai 101 akfør millum 5,8 -12,5 m og 6 yvir 12,5 metrar, ígjøgnum um døgnið.

Hetta vóru so tølini.

Spell at myndugleikarnir ikki vildu lurta. So hetta kundi verið kannað, fyri árum síðani. Uttan at kunna prógva tað. So veit ein og hvør, íð hevur allarminstu innlit í málið. At henda ferðsluøking er ikki komin brádliga.

Veit um fleiri hundrað – bæði útlendingar og føroyingar – ið ongantíð fara aftur, við akfari sínum, inn í tunlarnar.

Trúgvi ikki ferðslan kann økjast munandi – uttan at stórt ”kaos” verður??? Veit ikki hvørjir aðrir, hava fingið regluligar ferðsluteljingar??

Áhugavert, um nakað økið er, ið samanberast kann við??

Koyribreyt: breidd 2,8 metrar longd 4 kilometur hædd 3,3 metrar.

Maks. ferðsla 1575 akfør um døgnið – Harav 167 millum 5,8 – 12,5 m. og 13 yvir 12,5 metrar.

Vinarliga

Absalon í Buð