Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnil fyri 150 mió.kr. letur upp og aftur

Oliver Joensen

Vega- og tunnilssambandið millum Øravík og Hov er nú komið ávegis, og tunnilin letur upp áðrenn valið, og síðani letur hann aftur eftir valið.

Hvussu tað sampakkar við null-hugsjónina at lata høvuðsferðsluæðrina í Suðuroynni upp við vanda fyri omanlopi, man vera meira ivasamt, enn gott er.

Stutt haðani liggur Krambatangi á triðja ári sum eitt skúladømi um, hvussu lítið landsstýrið virðir tygdarviðurskiftini hjá teimum ferðandi.

Ein sannur hurlivasi av loynistíggjum, betongstabbum, snórum og refleksum mynda eina ørgrynnu av villleiðandi møguleikum fyri, at bilar og fólk kollrenna hvørt annað, hvørja ferð tey vitja hetta 10.000 fermetra stóra øki.

Næsta almenna verkætlanin har á leiðini gerst nú næsti ruðulleikin.

Landsverk er byggiharri í báðum førum, og umboðar almenna byggiánaran, sum er Vinnumálaráðið.

Arbeiðstakari er ÍSTAK, sum tann 12. juli 2005 fekk Hovstunnilin at gera fyri 127 mió.kr.

Arbeiðið skuldi eftir tíðarætlanini verða liðugt á sumrið 2007, og bruttokostnaðurin er nú 150 mió. kr.

Tunnilin er 2.435m langur og 10m breiður.

Íslendingarnir søgdu seg ikki hava borað gjøgnum eitt betri fjall, og saman við føroyskum arbeiðsmonnum vóru teir liðnir langt áðrenn ásettu tíðina.

Umframt tunnilin er á Øravíkarleiðini gjørdur 2.740m av 7 metra breiðum vegi, og vegirnir til tunnilin eru asfalteraðir og strípaðir.

Bilverjan er liðug, og portalarnir stoyptir og í leikmansins eygum sæst alt vera sára væl frágingið.

Men – nú summarið er farið, tunnilsarbeiðið er gingið bæði skjótari og betri enn væntað, er framvegis eingin tunnil latin upp.

Tíanverri er tann norðari portalurin alt ov stuttur, og vandi er fyri omanlopi í hesi spildurnýggju verkætlanini.

Ístak, boðaði fyri 14 mánaðum síðan frá, at vandi var á ferð, tí at hesin norðari portalurin var ov stuttur, og at tað var bæði skjótt, gott, og bíligt at gera hann longri og tryggari beinanvegin, meðan arbeitt var á staðnum.

Hesum varð ikki lurtað eftir, og nú tunnilin er liðugur, standa vit við eini størri verkætlan, sum er vandamikil at brúka.

Val er í hondum, so tunnilin letur upp, so sum ætlað varð.

Eftir valið er so ætlanin at steingja tunnilin aftur. Tann spildurnýggi vegurin verður grivin uppaftur, káplar oam. verður lagt av nýgggjum, og nýggjur portalur skal gerast.

Stongt verður fyri allari ferðslu í mánaðir, og øll ferðslan løgd niðan í fjøllini, har landsstýrismaðurin í áravís leitaði eftir hesum sama tunnli.

Á fíggjarlógina komandi ár fær skattgjaldarin so eitt fleiri mió.kr. stórt krav, sum kortini ikki kom fíggjarlógina, sum semja bleiv um at leggja fram.

Tað er tí við ikki so lítlum forvitni, at vit sóknast eftir:
· hvat tað fer at kosta, at gera ein lidnan tunnil lidnan,
· um arbeiðið verður boðið út,
· hví tað varð skeklað burturúr sjálvari tunnilsgerðini,
· nær mistakið er fráboðað arbeiðsánara, byggiharra, teknisku ráðgevingini og byggieftirlitinum,
· hvørji fordømi vit hava um kostnaðarmiklar verkætlanir, ið ikki lúka neyðugu trygdarkrøvini, tá tær eru liðnar,
· hvør, ið stendur við endan, meðan tunnilin verður brúktur,
· um tað er í samsvar við null-hugsjónina at lata høvuðsferðsluæðrina í Suðuroynni upp við vanda fyri trygdini.

Spurningunum sleppur landsstýrismaðurin at svara á tingi ein av komandi døgunum.

Hergeir Nielsen

Harleywoodpaint