Staðbundna nevndin í Klaksvíkar Kommunu, fyri Kalsoynna, arbeiðir við at sambinda Kalsoynna við Borðoynna við einum undirsjóvartunli.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri er formaður í staðnbundnu nevndi. Hann sigur, at eitt ynski er hjá kalsoyingum at koma uppí almennu raðfestingina av tunnilsgerð.
Vit síggja fyri okkum, at ein nýggj ferja einaferð skal smíðast til kalsoyarleiðina. Bera vit nýggja ferju upp ímóti kostnaðinum fyri ein tunnil, so verður roknað við, at ein tunnil inn í Kalsoynna fer at kosta einar 150 milliónir, ímeðan ein nýggj ferja fer helst at liggja um 70 milliónir, ella helst meira, tí krøvini til ferðafólkaferjur herðast alsamt. Harafturat er onki at ivast í, at ein tunnil er bíligari at reka enn ein ferja, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim.




