Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilin Norður um Fjall

Oliver Joensen

Á løgtingi hevur Karsten Hansen set fyrispurning til Anniku Olsen, Landsstýriskvinnu í samferðslumálum um tunnilin norður um fjall og byrgingina um Haraldssund.

Karsten spyr: Hvussu gongur við fyrireikingunum til verkætlanina? Er avgerð tikin um, hvussu linjuføringin av funnlinum skal verða? Kemur nakað uppskot um verklagslóg í Løgtingið í hesi tingsetuni?
Í viðmerkingunum sigur Karsten Hansen: Løgtingið játtaði 22 mió. á fíggjarlógini fyri 2009 til gerð av tunli og byrging. Orsøkin til, at hesi arbeiði verða knýtt saman er tað natúrliga í at brúka grót frá tunlinum til byrgingina.
Ein onnur av grundgevingunum fyri samtyktini var, at man í hesum truplu tíðum vildi seta arbeiðir í gongd, har størstur tørvur var fyri virksemi, eisini í so máta er lagaliga løtan nú.
Sambært langtíðarløguætlanina hjá samgonguni, sum var frá 1998, skuldu arbeiðini upp á nýggju tunlarnar og byrgingina byrja í 2008.