“Eg haldi at hetta er ein stórur dagur fyri allar Føroyar.” Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
“Eg haldi at hetta er ein stórur dagur fyri allar Føroyar.” Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum hevði leitað sær inn á Strendur í gjár, í sambandi við at fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum varð latið av.
“Sum fyrrverandi landsstýriskvinna við innlendismálum hevði eg hetta málið um hendi, og minnist aftur á allar tær drúgvu samráðingarnar um rundkoyring undir Tangafirði o.s.fr., so eg havi fylgt hesum málinum í nógv ár,” sigur Annika.
Spurd um hon roknar við, at havnarfólk fara at brúka tunnilin nógv, sigur hon, at hon roknar við at allir føroyingar fara at brúka tunnilin.
“Eg trúgvi at tunnilin verður eisini ein ágóði fyri høvuðsstaðin, har millum annað vinnulívið, tænastuvinnur og aðrar vinnur fáa nyttu av honum,” sigur hon.
Annika Olsen umsat innlendismál frá september 2008 til apríl 2011.




